VIDEO: Andrias og liðfelagarnir eru einsamalt oddalið

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Wisla Plock-Piast Gliwice 2-0 (1-0)

Landsliðsbakkurin, Andrias Edmundsson spældi allan dystin, tá hann og liðfelagarnir í Wisla Plock vunnu triðja dystin á rað í bestu pólsku fótbóltsdeildini.

 

Á Orlen leikvøllinum í Plock eydnaðist tað fríggjakvøldið Wisla at vinna 2-0 á Piast Gliwice. 

 

Spanski miðvallarin, Jorge Jimenez legði Wisla á odda við einum góðum stútara beint undan steðginum. Tá ein tími var leiktur av dystinum gjørdi útiliðið sjálvmál.

 

Wisla Plock er fremst í deildini við níggju stigum fyri tríggjar dystir.

 

Komandi leygarkvøld spælir Wisla Plock dyst á útivølli móti Widzew Lodz. 

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Wisla Plock-Piast Gliwice 2-0 (1-0):

 

##med2##