vitan, um diplomati osfr. Tað er ein spurningur um at mýkja eina støðu, ein spurningur um at krevja og geva. Tað er greitt, at í slíkari støðu vil mangan standa í botni. Tá er tað aftur upp til leiðararnar [...] at vera í slíkum samráðingum. Tí tað er ikki støddin, sum telur men dugnasemi og tey røttu argumentini. Og eftir øllum at døma - vónandi eru vit ikki ov naivir her, tað vil bara tíðin vísa - so hava vit [...] virðum. Tí ríkidømi er so nógv annað eisini. Men nú tosað verður um at kunna fjøltátta okkara vinnulív og harvið fáa eitt lívsgrundarlag, sum stendur á fleiri beinum enn bert fiskivinnuni, er fyrst undirgru
úrslit av ferðini er, umframt sølu og sambond, at eitt umboð av fløguni "Rock from the cold seas" er boðið at luttaka á festivalinum Nordpop, sum verður í Íslandi í oktober. Talan er um ráðstevnu fyri [...] Tutl við íslendingar er, at Tutl í næstum gevur út fløgu, har Blásarakvintett Reykjavíkar spælir tónleik eftir føroyskar tónasmiðir. Eini limurin í Blásarakvintett Reykjavíkar er hálvur sumbingur og umboðar [...] nýttu høvi at gera vart við vørur og tænastur sínar í Íslandi. Kristian Blak, dagligur leiðari í Tutl, er væl nøgdur við luttøkuna á Rek-Tór í Íslandi. Tutl hevur fleiri handilssambond í Íslandi. Umframt at
staðið seg undan honum. Næsta kappingargreinin er deadlift, og hendan kappingin verður niðri á støðni í Hoyvík. Her er Regin næstseinastur at royna seg, og hetta er eisini sera heppið fyri hann, tí tá kann hann [...] kann hava stóran týdning, hvussu raðfylgjan er, tá ið man kappast í styrkiskappingum. Til dømis er tað ein greiður fyrimunur, tá ið man kappast eftir tíð, um man er seinastur at royna seg og tískil veit, hvussu [...] stong, sum er fest í eina tunga vekt í miðjuni av mylluni. Aftaná hetta skulu luttakararnir so royna seg í tí kappingargreinini, sum var tann seinasta í kappingini í fjør, nevniliga barrell-hold. Her skulu
Isaksen er venjari hjá landsliðnum, men høvuðsvenjarin er dani og eitur Jesper Brix. Hann er 34 ára gamal og kemur eisini úr Skt. Jørgen, har hann í nógv ár spældi saman við Klæminti. Jesper Brix er eisini [...] vikuskiftið at spæla tríggjar venjingardystir móti Føroyum. Klæmint Isaksen er saman við Jesper Brix venjari hjá manslandsliðnum, og hann er fegin um at fáa hesar tríggjar dystirnar sum liður í fyrireikingunum [...] spældi sjálvur í Skt. Jørgen árini 1991-97, tey flestu av hesum árunum í donsku meistaradeildini. Nú er liðið flutt niður í 1. deild, og Klæmint heldur tað vera líka frægt, tí so hóskar tað betur til støðið
Giant kappingini, ið er eitt framúr gott tiltak. Tí tað er eisini við til at marknaðarføra Føroyar úti í heimi. Her hava SVF og aðrir stigtakarar gjørt eitt frálíkt arbeiði. Hugaligt er tað at kunna fylgja [...] sterkasta mann. Tað er nú einaferð so, at vit sum menniskju vilja halda við onkrum. Er talan um innanlendis kappingar, so halda vit við okkara felag, okkara bygd, okkara manni osfr. Er talan um millumtjóða [...] nógv av tí góða, at her er talan um vandamikla nationalismu. LAT okkum hava bæði bein á jørðini og bara viðurkenna, at vit eru glað, tá onkur av okkara egnu klárar seg væl. Og so er eisini við Føroya sterkasta
áðrenn sáttmálaásetta tíðarskeiðið er liðugt, er ikki ókent, hvørki burturi ella í Føroyum, har viðurskiftini í fótbóltinum gerast alt meiri lík teimum rundanum okkum. Tað er heldur ikki ókent, at feløg og [...] Og NSÍ formaðurin svarar soleiðis: ? Tað eru fleiri lutir í hesum. Eitt er at fáa útlendskar spælarar til felagið, og eitt annað er, at vit skuldu hava ein nýggjan venjara. Hvat viðvíkur útlendsku spælarunum [...] fremmandan venjara, men tað er einki loyndarmál, at spælararnir vóru spentir uppá at fáa ein ókendar mann at hava ábyrgdina. NSÍ hevur fleiri ferðir havt útlendskar venjarar, og tað er meiri enn eina ferð komið
krónur, og tað er eftir mínum tykki alt ov lítið. ? Men nú munurin ikki verður meiri enn 4,24 kr. er tað endamálsleyst at læra til handverkara. Formaðurin í LFH sigur, at sum støðan er mælir hann limum [...] afturat. Sáttmálin er galdandi til 2001. Men hvat vit gera ?hond í hond? sigi eg onki um enn. Men so er tað tað nýggja Landsfelag Handverkaranna sum vil loysast frá sáttmálanum, sum er. ? Tann dagin vit [...] mistak av Føroya Handverkarafelag at góðtaka ein fýra ára sattmála við so lítlari lønarhækking, sum her er talan um. ? Tilsamans fær handverkarin 2% í eftirløn og 2,23 kr. í lønarhækking burturúr hesum fýra
trupult, og er tað mangan ikki. Tað er mín sannroynd, at fræg menningartarnað ikki eru so trupul og strævin at fáast við. Ofta skal bert lítið til at fáa tey at skilja støðuna og gera hareftir. Hvør er hjálpin [...] til menningartarnað í Føroyum er. Men Eyðun Joensen, ið í sløk 30 ár hevur arbeitt sum sálarfrøðingur á psykiatrisku deild á Landssjúkrahúsinum ivast ikki í, at talan er um ein rættiliga stóran tørv, sum [...] að, er talan um nógv hægri tøl. Á døgnstovnum verður mett, at helvtin hevur viðgerðarkrevjandi atferðarbrek ella veruligar sálarligar sjúkur. Á bústovnum, í vardum íbúðum ella á privatum støðum er støðan
verður havt á munni, at eitt vælvirkandi vinnulív er treytin fyri vælferð landsins. Gestur Hovgaard hevði kortini hug at venda hesi framseting við. ?Vælferð er fyritreytin fyri einum vælvirkandi vinnulívi, [...] sum dømi um hetta. Oticon-fyritøkan er heimskend fyri hjálpitól til deyv; sonevndu hoyritólini. ? Teirra gransking, ið hevur skapað bestu hoyritólini í heiminum, er komin í lag nettupp tí vælferðarsamfelagið [...] sær av støðisútbúgving. ? Mítt hugskot er, at føroyskir ungdómar kunnu fara av landinum at fáa sær støðisútbúgving innan teldutøkni, og síðan koma heim aftur her at útbúgva seg víðari, skeyt hann upp og
juni 98 Á hesum fundi kemur tað eftir FA´sa fatan fram, at viðurskiftini millum Vinnumálastýrið og HJ er sera kalt. FA metti, at HJ var sera óhøviskur við sínum ógvuliga týðuligu signalum um, at hann ikki [...] fyrstu syftu) eitt alment entreprenørfelag, ið kundi taka sær av framtíðar tunnilsgerð. FA metti, at her var møguleiki at menna føroyska vinnu samstundis sum almenni sektorurin gjørdist minni. FA spurdi, [...] niðan á Landsverkfrøðingsstovnin at greiða starvsfólkunum frá, at HJ var farin úr starvi, og at RN er settur sum stjóri fyri bæði Landsverkfrøðingsstovnin og Strandfaraskip Landsins.