Týsdagin skrivaðu vit í blaðnum, at jugoslaviski venjarin hjá NSÍ, Milan Cimburovic, hevði fingið at vita, at hann skuldi ikki halda fram í starvinum, sum hann hevði havt, síðani farið varð undir fyrireikingarnar til kappingarárið 1999. Fundur skuldi vera mánakvøldið millum starvsnevndina og nú fyrrverandi venjaran, har greiða skuldi fáast á, hvussu viðurskiftini millum felagið og venjaran skuldu greiðast. Fundur var mánakvøldið. Vit skilja á lagnum, at øll viðurskiftini eru ikki komin uppá pláss enn, men at partarnir eru samdir um, at teir í felagi skulu finna eina loysn.
Vit høvdu fegnir viljað havt eina viðmerking frá Milan Cimburovic, sum vit fyri ikki so langari tíð síðani høvdu drúgvt prát við her í blaðnum, men venjarin hevur í fyrstu atløgu valt ikki at gera nakrar viðmerkingar, men tær fara kanska at koma seinni.
Jákup Mortensen, formaður í NSÍ, sigur seg vera harman um, at samstarvið skuldi halda so stutta tíð:
? Milan Cimburovic hevur verið hjá okkum í góðar tríggjar mánaðir, og vit hava einki at seta inn á hann sum persón. Fakligi førleikin var helst eisini tann, sum tað kann roknast við av einum venjara, men sum tíðin leið vísti tað seg, at tað, teir kalla kemiin, millum hann og spælararnar var ikki, sum hon skuldi vera, og tá spælararnir søgdu seg ikki at hava álit á venjaranum, og tað sást aftur í avrikunum á vøllinum, so høvdu vit í nevndini ikki so nógv at velja í: Í staðin fyri at draga málið út, valdu vit at gera skjótt av, og tað rokni eg við fer at vísa seg vera besta loysnin fyri allar partar.
Fleiri hava gjørt skótt av
At venjarar og feløg skiljast, áðrenn sáttmálaásetta tíðarskeiðið er liðugt, er ikki ókent, hvørki burturi ella í Føroyum, har viðurskiftini í fótbóltinum gerast alt meiri lík teimum rundanum okkum.
Tað er heldur ikki ókent, at feløg og venjari skiljast stutt eftir, at tey hava gjørt sáttmála. Nýggjasta dømið um hetta, sum hevur við føroyingar at gera, var tá felagið hjá Toda Jónsson, FCK, valdi at geva venjaranum, Christiani Andersen, sekkin, eftir at hann hevði havt ábyrgdina av liðnum í tveimum landskappingardystum. Todi Jónsson hevur ongantíð sagt nakað serligt um, hvussu hetta gekk fyri seg, men donsku fjølmiðlarnir hava sagt, at spælararnir høvdu ikki álit á manninum, sum varð mettur at vera besti venjarin í Danmark, tá hann og FCK gjørdu sáttmála.
Tað menniskjaliga verður ongantíð yvirmett
Tá uppskot varð lagt fyri aðalfundin hjá FSF um at hækka loyvda talið á útlendingum sum spæla við í føroysku kappingini, úr tveimum og upp í fýra, var formaðurin í NSÍ tann, ið greiðast gav til kennar, at hann var sera ivasamur í hesum, hann setti spurnartekin við hvørja nyttu føroyskur fótbóltur fór at fáa burturúr útlendingunum.
Nú rógva vit aftur á aftur og spyrja Jákup Mortensen, um royndirnar í hansara egna felagi ikki hava víst, at hann hevði rætt í sínum sjónarmiði, og at hann hevur sjálvur verið ov skjótur at seta ein útlending í starv.
Og NSÍ formaðurin svarar soleiðis:
? Tað eru fleiri lutir í hesum. Eitt er at fáa útlendskar spælarar til felagið, og eitt annað er, at vit skuldu hava ein nýggjan venjara. Hvat viðvíkur útlendsku spælarunum, so havi eg framvegis tað sjónarmiðið, at tað bara skal vera í undantaksførum, at vit fáa sovorðnar henda vegin, og tá skulu teir tilføra felagsnum nakað heilt serligt. Eg kann í hesum sambandinum nevna, at vit framvegis hava jugoslaviska málverjan. Hann eru vit sera glaðir fyir, bæði tí hann er ein góður málverji, og tí hann sum venjari hjá øðrum málverjum í felagnum leggur nakað eftir seg.
? Hin spurningurin var viðvíkjandi útlendska venjararnum. Har mugu vit bara ásanna, at okkara royndir hava staðfest tað, sum vit áður hava sagt. Vit hava tríggjar venjarar í felagnum, sum hava tikið allar tær útbúgvingar, ið kunnu fáast í Føroyum, og nú aftaná kunnu vit hyggja í bakkspeglið og siga, at vit høvdu onga orsøk til at fara aðra staðni eftir venjara. Tað vóru vit í nevndini, sum tóku avgerðina um at seta fremmandan venjara, men tað er einki loyndarmál, at spælararnir vóru spentir uppá at fáa ein ókendar mann at hava ábyrgdina.
NSÍ hevur fleiri ferðir havt útlendskar venjarar, og tað er meiri enn eina ferð komið fyri, at NSÍ hevur havt vitjan av útlendingum, ið hava verið uppá tal sum venjarar, men so er eingin avtala komin burturúr alíkavæl.
? Royndirnar vísa, at vit skulu ikki undirmeta persónligu viðurskiftini. Ein útlendingur kann hava stóran fakligan førleika, men um tað vísir seg ikki at vera gott samband millum venjaran og spælararnar, so nyttar tað fakliga ikki so nógv. Og tá føroysk feløg fara langt burtur at leita eftir venjarum, so verður møguleikin størri fyri ymsum mentunarligum uppfatanum og sovorðið kann vísa seg at vera sera óheppið. Tá kann tað skjótt vísa seg, at tað føroyska, sum í fyrstu atløgu ikki kendist eins spennandi og tað útlendska, í longdini roynist betri.