Okkara samfelag ikki nóg væl innrættað til brekað

- Hálvt hundrað føroyingar við menningartarni hava sálarligar trupulleikar. Eingin serkønur í viðgerð av menningartarnaðum er í Føroyum. Tey, ið virka innan økið, duga øll eitt sindur, men ikki nóg mikið. Sum áhugafelag kundi Javni strongt á at fáa manning og serkunnleika til Føroya, sigur Eyðun Joensen, sálarfrøðingur á psykiatrisku deild á Landssjúkrahúsinum

Eingi hagtøl eru til taks ella skjals, ið geva nakra ábending um, hvussu stórur tørvurin á sálarviðgerð til menningartarnað í Føroyum er. Men Eyðun Joensen, ið í sløk 30 ár hevur arbeitt sum sálarfrøðingur á psykiatrisku deild á Landssjúkrahúsinum ivast ikki í, at talan er um ein rættiliga stóran tørv, sum í løtuni ikki verður nøktaður. Mánakvøldið helt hann fyrilestur á aðalfundinum hjá Javna um støðuna hjá menningartarnaðum, sum hava sálarligar trupulleikar í viðbót.

- Vit síggja í okkara grannalondum, at sálarlig brek, atferðarbrek og veruliga viðgerðarkrevjandi psykiskar sjúkur eru nógv meiri vanligar millum menningartarnað í mun til restina av fólkinum. Tað veldst sjálvsagt um, hvussu sálarbrek verða fatað og skrásett, men sum heild verður mett, at fimti ella fjórði hvør í samlaða fólkahópinum fyrr ella seinni í lívinum fær brúk fyri sálarligari viðgerð í styttri ella longri tíðarskeið. Hyggja vit so at títtleikanum millum menningartarnað, er talan um nógv hægri tøl. Á døgnstovnum verður mett, at helvtin hevur viðgerðarkrevjandi atferðarbrek ella veruligar sálarligar sjúkur. Á bústovnum, í vardum íbúðum ella á privatum støðum er støðan kanska nakað frægari, sigur Eyðun Joensen.


Samfelagið til tey normalu

Í minsta lagi 5000 menningartarnaðir danir hava viðgerðarkrevjandi sálarsjúku sum viðbót til sítt menningartarn. Her eru ikki tey íroknað, sum bara fáa psykiatriskt medisin. Í Danmark eru 10 heiltíðar psykiatarar til taks, umframt at amtini hava psykologar at dúva uppá til tey menningartarnaðu.

- Samanbera vit hesi tøl við føroysk viðurskifti, hava hálvt hundrað menningartarnaðir føroyingar tørv á sálarviðgerð. Til tess áttu vit at havt 1/10 psykiatara umframt nakað av psykologhjálp, sigur Eyðun Joensen.

Í mun til sokallað normal fólk, eru menningartarnað í nógv størri vanda fyri fyrr ella seinni at fáa sálarligar trupulleikar at stríðast við. Tað liggur lutvíst í avmarkaða førleikanum hjá teimum at handfara lívskrøvini og gerandisdagin.

- Tað kann standa á hjá okkum við rímiligum viti og skili at fóta okkum og loysa lívsins avbjóðingar. Hvussu kunnu vit tá krevja, at menningartarnað skulu klára tað? Men samfelagið er yvirhøvur innrættað til tey normalu og væl fungerandi, tó at man serliga seinnu árini hevur roynt at bøtt um livumstøðurnar hjá minni mentum.

- Sum oftast snýr viðgerðin av sálartrupulleikum hjá menningartarnaðum seg um neyðuga fatan og vegleiðing um, hvussu hin menningartarnaði eigur at uppfata sína støðu, og hvussu viðkomandi kann ella eigur at bera seg skynsamt at. Tað ljóðar ikki serliga trupult, og er tað mangan ikki. Tað er mín sannroynd, at fræg menningartarnað ikki eru so trupul og strævin at fáast við. Ofta skal bert lítið til at fáa tey at skilja støðuna og gera hareftir.


Hvør er hjálpin

Hvørja hjálp menningartarnað hava fingið, fáa og framyvir kunnu fáa, er ein heilt annar spurningur.

- Tað er eingin ivi um, at tað var rætt at flyta menningartarnað úr teimum stóru sjúkrahúsdeildunum í meiri heimligar smærri eindir úti millum fólk. Spurningurin er bert, í hvønn mun tað hevur borið til at varðveita eitt neyðugt psykologiskt og psykiatriskt bakland. Eg meti, at tænastan var rímiliga góð. Menningartarnað kundu altíð koma í samband við starvsfólk á psykiatrisku deild.

- Seinni kom økispsykiatriin, sum skuldi gera tað møguligt at fáa sálarhjálp leysa av sjúkrahúsinum og veita rímiliga tænastu til útjaðaraøkini í landinum. Alt gott at siga um tankan, ið lá aftan fyri økispsykiatriina. Men mær hevur frá byrjan tókst, at økispsykiatriin er eitt misfostur, og hevur tað síðani tíverri víst seg at vera ein vanlukka fyri psykiatrisku deild.

- Orsøkin til vanlukkuna er mátin, tann heilt óumhugsaði og ófyrireikaði mátin, sum økispsykiatriin var sett í verk uppá. Hetta var ein 100% politisk avgerð eftir trýsti og lobbyarbeiði frá ávísum áhugafelag. Psykiatriska deild var hvørki spurd ella frammanundan kunnað.

- Økispsykiatriin kom ongantíð at virka eftir upprunaligu ætlanini. Hon flutti frá fyrsta degi inn og flutti ongantíð út aftur. Hesin geykaungin tærdi skjótt uppá tað frammanundan fámenta tilfeingið á psykiatrisku deild, og skjótt vóru allir fýra yvirlæknarnir partvís økispsykiatarar. Hon kom at fylla øgiligt í mun til annað neyðugt virksemi, og kortini røkkur hon í dag ikki nóg væl.

Eyðun Joensen metir, at økispsykiatriin átti og kundi virkað nógv betur, eisini fyri brúkaran, um bert stundir í síni høvdu verið til at fyrireika skipanina í samráð við verandi psykiatrisku deild.

- Skipanin hevur óivað loftað mangari sálarsjúku, áðrenn hon fekk høvdið fyri seg, men hon hevði ongan livandi møguleika við einum einsamøllum økispsykiatara at tæna einum fólkagrundarlagi upp á 45.000 fólk.


Tilboð

Menningartarnað kunnu eins og onnur verða løgd inn á psykiatrisku deild á Landssjúkrahúsinum um tey hava tørv á psykiartriskari tænastu. Aðrir møguleikar so sum Sernámsdepilin, serlæknaviðtala, økispsykiatri í heilsuverkinum og privatir psykologar eru eisini.

- Nakað heilt annað er so, at eingin serkønur í viðgerð av menningartarnaðum er í Føroyum, hvørki lækni ella psykologur. Tey, ið virka innan økið, duga øll eitt sindur, men neyvan nóg mikið.

Sum áhugafelag kundi Javni gjørt myndugleikar varugar við henda ónøktaða tørvin. Felagið kundi gjørt sína ávirkan galdandi fyri at skora á at fáa manning og serkunnleika. Tað at útvega neyðugan serkunnleika nýtist ikki at vera stórt annað enn at skapa útvegir fyri, at onkur av verandi fakfólkum, við serligum áhuga fyri menningartarni, sleppa á neyðug skeið og í praktikk, og síðani kunnu verða partvís loyst frá øðrum arbeiði at taka sær av menningartarnaðum, sum hava sálartrupulleikar í viðbót, sigur Eyðun Joensen.