Heppið lutakast fyri Regin

Styrkiskappingar: Í gjár var almenna lutakastið til The Atlantic Giant 99 kappingina, sum verður um vikuskiftið. Ikki kann sigast annað, enn at lutakastið hepnaðist sera væl fyri Regin Vágadal

Tað kann hava stóran týdning, hvussu raðfylgjan er, tá ið man kappast í styrkiskappingum. Til dømis er tað ein greiður fyrimunur, tá ið man kappast eftir tíð, um man er seinastur at royna seg og tískil veit, hvussu kappingarneytarnir hava staðið seg. Havandi hetta í huga, so kann ikki sigast annað, enn at Regin Vágadal var heppin, tá ið tað í gjár var drigið um í hvørjari raðfylgju luttakararnir í The Atlantic Giant 99 skulu kappast.


Seinastur at lyfta steinar

Fyrsta kappingargreinin í The Atlantic Giant 99 fer fram í túninum hjá Páll bónda í Kirkjubø leygarmorgunin klokkan hálvgum tíggju. Tá skulu luttakararnir lyfta fimm steinar, sum viga ávíkavist 100, 120, 140, 150 og 180 kilo. Teir báðir tyngstu av hesum steinunum eru rundir og tískil torførari at lyfta. Tað ræður um at lyfta so nógvar av hesum steinum so skjótt sum gjørligt, og Regin verður seinasti luttakarin, ið roynir seg í hesi kappingargreinini. Tískil kann Regin laga seg eftir, hvussu hinir hava staðið seg undan honum.

Næsta kappingargreinin er deadlift, og hendan kappingin verður niðri á støðni í Hoyvík. Her er Regin næstseinastur at royna seg, og hetta er eisini sera heppið fyri hann, tí tá kann hann síggja, hvussu nógv hinir lyfta undan honum. Einans The Atlantic Giant 98, sviin Magnus Samuelson, skal royna seg aftaná Regin, og hetta sigur Regin vera gott, tí at sviin er ikki so stinnur í hesum, vil Regin vera við.

Seinnapartin leygardagin verður kappast í miðbýnum í Havn. Fyrst skulu luttakararnir ganga, so langt sum gjørligt, við einum steini uttan fyri býráðshúsini, har sum standmyndin av traðarmanninum stendur. Løtu seinni verður kappast í at ganga við eini 200 kilo tungari vekt millum beinini. Hendan kappingin fer fram á parkeringsøkinum á sjálvum Vaglinum. Her skulu luttakararnir kappast tveir og tveir. Regin skal tá kappast ímóti heimsins sterkasta manni, Magnusi Samuelson. Áskoðarar sleppa ókeypis til allar kappingarnar leygardagin.

Sunnudagin verður seinna helvt av kappingini, og hendan fer øll fram á ovara vølli í Gundadali. Fyrst kappast teir í "millwalk", har teir ganga í ring við eini stong, sum er fest í eina tung vekt í miðjuni av mylluni. Aftaná hetta skulu luttakararnir so royna seg í tí kappingargreinini, sum var tann seinasta í kappingini í fjør, nevnliga barrell-hold. Her skulu teir halda tveimum tunnum, sum viga 220 kilo hvør, leysar av vøllinum so leingi sum gjørligt.

Næstseinasta kappingin er lasting av kaggum. Hendan kappingargreinin var eisini í fjør, og tá gekst tað ikki so væl hjá Regini, ið annars plagar at standa seg væl í hesum. Í ár skal Regin royna seg ímóti heimsins sterkasta manni 1997, finnanum Joku Ahola, í hesi kappingargreinini. Teir kappast tveir og tveir um at lyfta seks kaggar, ið viga 100 kilo hvør, upp á ein pall.

Seinasta kappingargreinin í The Atlantic Giant 99 er wheel-flipp. Hendan er ikki roynd í Føroyum áður, og havandi í huga, at hetta helst verður greinin, ið kemur at avgera kappingina, verður hetta ein sera forvitnislig kapping. Í hesi kappingini skulu luttakararnir, tveir og tveir, koppa einum stórum hjóli, sum vigar góð 300 kilo, eftir eini breyt, til teir koma á mál. Raðfylgjan í hesi kappingini er tengd at støðuni undan seinastu kappingargreinini, so at fyrst kappast teir báðir, sum eru nummar sjey og átta, síðani seks og fimm, fýra og trý, áðrenn kappingin endar við, at teir báðir fremstu luttakararnir kappast ímóti hvørjum øðrum.


Regin er væl fyri

Í mun til í fjør hevur Regin Vágadal havt munandi betur umstøður til at fyrireika seg. Hann hevur síðstu vikurnar einki havt við fyrireikingarnar av kappingini at gjørt, tí hann hevur latið hetta yvir til mammubeiggja sín, Høgna Mikkelsen, sum eisini hjálpti honum í fjør.

At Regin er betur fyri í ár enn í fjør, sæst eisini aftur á vektini. Tá ið kappingin var í fjør, vigaði Regin 128 kilo, men í løtuni vigar hann 138 kilo. Somuleiðis hava úrslitini hjá Regini undir venjing verið sera góð í seinastuni. Í vikuni lyfti hann 230 kilo í bonkpress, og er hetta einans fimm kilo minni enn føroyska metið hjá honum. Somuleiðis hevur Regin lyft 140 kilo í loglift, og hetta er átta kilo meiri, enn hann hevur lyft áður, so tað verður spennandi at síggja, hvussu tað fer at gangast hjá einum av okkara fremstu ítróttarmonnum í spennandi kappingini, The Atlantic Giant 99, sum verður um vikuskiftið.