Flogbóltslandsliðið hjá monnum fær vitjan úr Danmark

Flogbóltur: Danska 1. deildarliðið Skt. Jørgens VK kemur til Føroyar um vikuskiftið og skal spæla tríggjar venjingardystir móti landsliðnum

Sum hjá so mongum øðrum føroyskum ítróttargreinum eru oyggjaleikirnir hæddarpunktið hjá flogbóltinum. Oyggjaleikirnir, sum í ár verða á Gotlandi í Svøríki, nærkast í hvørjum, og føroysku flogbóltslandsliðini, sum eru úttikin, fyrireika seg í hesum døgum til leikirnar.

Sum liður í fyrireikingunum hjá mansliðnum kemur danska 1. deildarliðið Skt. Jørgens VK, sum heldur til í Frederiksberg í Keypmannahavn, til Føroyar um vikuskiftið at spæla tríggjar venjingardystir móti Føroyum.

Klæmint Isaksen er saman við Jesper Brix venjari hjá manslandsliðnum, og hann er fegin um at fáa hesar tríggjar dystirnar sum liður í fyrireikingunum til oyggjaleikirnar.

? Tað gekk ikki so væl hjá okkum á seinastu oyggjaleikunum niðri á Jersey, har vit endaðu á fimta plássið. Tað úrslitið ætla vit at betra um í ár, og tí koma hesir tríggir dystirnir væl við, sigur Klæmint Isaksen.

Hann spældi sjálvur í Skt. Jørgen árini 1991-97, tey flestu av hesum árunum í donsku meistaradeildini.

Nú er liðið flutt niður í 1. deild, og Klæmint heldur tað vera líka frægt, tí so hóskar tað betur til støðið, hjá føroyska landsliðnum.

Føroysku flogbóltsliðini hava altíð verið millum tey sterkastu á oyggjaleikunum. Síðani byrjað varð í 1985, hava bæði menninir og kvinnurnar altíð verið at funnið millum heiðursmerkjavinnararnar (bestu úrslitini eru gull hjá monnum í 1989 ? í Føroyum ? og gull hjá kvinnunum á Álandi í 1991).

Ringasta úrslitið kom á Jersey í 1997, tá menninir endaðu nummar fimm. Hetta er samstundis einastu ferð, at føroysku flogbóltsmenninir ikki fingu heiðursmerki á leikunum (kvinnurnar endaðu á triðja plássi og hava framvegis fingið heiðursmerki hvørjaferð).

? Leikirnir seinast vóru eitt vónbrot fyri okkum, men í ár ætla vit okkum aftur at fáa í øllum førum bronsu, sigur Klæmint Isaksen.

Kappingin er størri hesaferð við tað, at 12 lið eru við í kappingini, og tað merkir, at øll liðini skulu spæla í minsta lagi seks dystir og kanska sjey. Teir fyrstu fimm eru í innleiðandi bólkinum, haðani tvey tey bestu liðini koma víðari í hálvfinaluna. Tey niðaru liðini spæla um plaseringar móti einum liði úr hinum bólkinum. Liðini, sum enda í finaluni, spæla sostatt sjey dystir ? og teir skulu avgreiðast eftir bert fimm døgum, so tað kann gerast rættiliga strævið. Men tað eru so somu treytir fyri øll liðini.

Í flogbólti í oyggjaleikahøpi verður fyrst og fremst tosað um trý lið: Áland, Saaremaa og so Føroyar. Hesi vinna sum oftast heiðursmerkini, men seinast taptu menninir eisini móti Gotlandi, sum var nógv styrkt við einum svenskum landsliðsspælara.

Føroyar endaðu nummar fimm eftir at hava vunnið á Jersey í dystinum um hetta plássið.

? Høvuðsmálið hjá okkum í ár er at sleppa víðari til hálvfinaluna. Hvat síðani hendir, fáa vit at síggja, sigur Klæmint Isaksen, sum saman við Jan Hentze og Suna Hansen úr ÍF eru teir royndastu á liðnum í ár, sum annars hevur fleiri nýggj andlit í mun til leikirnar í 1997.

Tríggir spæla í løtuni uttanlands: Bárður Mikkelsen, sum seinasta árið hevur verið við á liðnum hjá Fortuna úr Odense og hevur staðið seg væl, og so Sigmund av Teigum og Heini Weihe, sum hava vant við Skt. Jørgen í seinastuni.

? Vit kenna væl álendska liðið, sum vit hava spælt ofta ímóti. Teirra landslið spælir eisini á felagsstøði í finsku 3. deild, og teir eru væl samanspældir, sigur Klæmint Isaksen.

? Saaremaa hevur tveir-tríggjar sera góðar spælarar, og sum heild eru teir sera torførir at spæla ímóti, tí teirra spælistílur víkir eitt sindur frá tí, vit kenna her á okkara leiðum. Og so eru tað Gotland og Guernsey, sum vit eiga at vinna, og Jersey, sum hevur tikið seg nógv fram, men sum vit eisini eiga at kunna vinna á, sigur Klæmint.


Venjari úr Danmark

Klæmint Isaksen er venjari hjá landsliðnum, men høvuðsvenjarin er dani og eitur Jesper Brix.

Hann er 34 ára gamal og kemur eisini úr Skt. Jørgen, har hann í nógv ár spældi saman við Klæminti.

Jesper Brix er eisini væl kendur sum venjari niðri og hevur m.a. havt við danska B-landsliðið hjá kvinnum at gera.

Sum spælari var hann eitt skifti við stórliðnum Holte, sum er nógv tað mest vinnandi felagið í Danmark. Í seinastuni hevur hann havt trupulleikar við rygginum og trappar tí niður. Nú skal hann standa á odda fyri føroyska landsliðnum, sum um vikuskiftið spælir tríggjar dystir móti hinum liðnum hjá honum, Skt. Jørgens VK.

Dystirnir verða spældir soleiðis:


Fríggjadagin 14. mai:

Í Gundadalshøllini í Havn

klokkan 19.30.


Leygardagin 15. mai:

Í KÍ-høllini í Klaksvík

klokkan 15.00.


Sunnudagin 16. mai:

Í høllini á Giljanesi

klokkan 14.00.



Flogbóltslandsliðið er:

Jan Hentze (Fleyr), Klæmint Isaksen (Fleyr), Pól Gudmundsson (ÍF), Kenneth Neshamar (ÍF), Suni Hansen (ÍF), Jón Nielsen (SÍ), Ragnar Petersen (Fram), Ingvard Eiriksson (Fram), Rúni Weihe (Fram), Bárður Mikkelsen (Fortuna Odense), Sigmund av Teigum (Skt. Jørgen), Heini Weihe (Skt. Jørgen).

Venjari er Jesper Brix.