Styttingarnar, sum brúktar verða, eru hesar: FA stendur fyri Finnboga Arge, HJ fyri Henning Jacobsen og RN fyri Reidar Nónfjall.
1. Fundur hin 20. mai 98
Fundur ímillum FA og HJ, har HJ handar FA eitt bræv, harí m.a. stendur, at HJ metir at við bygnaðarbroytingunum kann innihaldið í upprunastarvinum sum landsverkfrøðingur metast at vera burtur, og vísir til § 29 í tænastumannalógini, ið fevnir um rættindi hjá tænastumanni, um starv hansara verður niðurlagt. HJ biður í brævinum m.a. um at frætta, hvussu leikur verður førdur at enda.
Hetta var fyrsti fundur hjá FA sum landsstýrismaður við stovnsleiðaran, og hann gjørdist ikki sørt bilsin av at uppliva, at HJ eftir øllum at døma hvørki góðtók ella hevði hug til at laga Landsverkfrøðingsstovnin til tær bygnaðarbroytingar, ið vóru farnar fram í miðfyrisitingini.
Hugburðurin var heldur tann, at miðfyrisitingin skuldi laga seg til tær traditiónir, sum vóru á samferðsluøkinum. FA metti, at ein tættari dialogur millum partarnar ivaleyst kundi rætta uppá viðurskiftini millum Landsverkfrøðingsstovnin og Vinnumálastýrið og segði, at hann fór at arbeiða fyri hesum.
2. Fundur fyrst í juni 98
Á hesum fundi kemur tað eftir FA´sa fatan fram, at viðurskiftini millum Vinnumálastýrið og HJ er sera kalt. FA metti, at HJ var sera óhøviskur við sínum ógvuliga týðuligu signalum um, at hann ikki hevði nógv til yvirs fyri embætisfólkunum í Vinnumálastýrinum. Mótvegis HJ legði FA tí dent á, at tey ikki kundu koma við nakrari nýskipan og møguligum rationaliseringum, um hugburðurin hjá HJ var so negativur og afturhaldandi.
3. Fundur seinni í juni 98
Fundurin snúði seg um samferðsluviðurskifti. FA fekk á hesum fundi ta fatan, at tað eisini var okkurt embætisfólk í Vinnumálastýrinum, ið ikki heilt hevði funnið rætta stevið í mun til útgangsstøðið og tær royndir, ið landsverkfrøðingurin hóast alt hevði á økinum. FA royndi tí undir fundinum at geva viðmerkingunum hjá HJ serligan ans, so at betri javnvág kom í. Hetta vísti seg at eydnast, tí fundurin, sambært embætismonnum í Vinnumálastýrinum, hevði verið tann fyrsti fundurin millum partarnar, sum hevði gingið væl.
4. Fundur ultimo september
Á fundinum greiddi FA frá, at hann arbeiddi við tankanum um at skilja partar av virkseminum burturúr Landsverkfrøðingsstovninum og at gera (í fyrstu syftu) eitt alment entreprenørfelag, ið kundi taka sær av framtíðar tunnilsgerð. FA metti, at her var møguleiki at menna føroyska vinnu samstundis sum almenni sektorurin gjørdist minni. FA spurdi, um HJ hevði hug at standa fyri einum almennum borifelag, men tað hevði HJ ikki, hann trúði als ikki uppá at slíkt felag hevði nakra framtíð í Føroyum, av tí at politiskur vilji fór neyvan at verða til regluliga játtan til tunnilsgerð í Føroyum.
5. Fundur ultimo september/primo oktober 98
Tosað varð um møguleikar fyri framtíðar sparingum á samferðsluøkinum og um, at gerast mátti ætlanir bæði »upp á styttri« og »upp á longri sikt«. Í hesum sambandi nevndi FA, at hann hevði fingið innblástur av skipanini í Íslandi, har økini hjá Landsverkfrøðinginum og Strandferðsluni verða fyrisitin á einum og sama stovni, og at hetta helst eisini var ein gongd leið í Føroyum. HJ ógvaðist stórliga av hesum hugsanum landsstýrismansins og mælti harðliga frá eini slíkari loysn. Hann var týðuliga skakaður av hesum hugsanum.
6. Fundur hin 6. oktober 98
Fundurin var um partafelag í samband við undirsjóartunnilin og leiklutin hjá Landsverkfrøðinginum í hesum sambandi.
7. Fundur 2. desember 98
Á hesum fundi verður avgjørt, at Vinnumálastýrið skal arbeiða víðari við hugskotinum um at leggja Landsverkfrøðingsstovnin og Strandfaraskip Landsins saman í ein stovn.
Í hesum sambandi hevði FA RN í huganum sum stjóra fyri einum samanløgdum stovni, tí landsstýrismaðurin hevði sæð, hvussu virki og væl »rudda varð upp« á Strandfaraskipum Landsins, síðani hann var settur stjóri. Um somu tíð verður tað FA alt meira greitt, at tað verður trupult at »treingja í-gjøgnum« við HJ sum stjóra fyri Landsverkfrøðingsstovnin, til tess at kanna í hvønn mun alt samferðsluøkið kann skipast og samskipast. Embætisfólkini í Vinnumálastýrinum stuðla honum í hesi fatan, tí tey halda, at viðurskiftini við Landsverkfrøðingin eru vónleys.
Ikki tíðarfest
Um hetta mundi ger Vinnumálastýrið FA vart við, at hann helst skal hava skrivara við á fundir, fyri at kunna skjalprógva tað, ið fer fram.
8. Fundur hin 16. desember 98
Á hesum fundi var m.a. umrøtt, hvørt RN kann stjórna báðum stovnunum ella einum samanløgdum framtíðar stovni.
9. Fundur hin 17. desember 98
Henda dagin kemur FA til endaliga niðurstøðuna um, at starvið sum landsverkfrøðingur má niðurleggjast. FA hevði longu í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2000 lagt upp til broytingar, sum fevndu um stovnarnar, ið varaðu av samferðslukervinum t.v.s. Strandfaraskip Landsins og Landsverkfrøðingsstovnin, men hann hevði nú eina greiða fatan av, at tað komst ikki longur við málinum, so leingi sum stjórin á Landsverkfrøðingsstovninum ikki vildi vera við til at fremja broytingar. FA tók tá ta avgerð, at hann fór ikki inn í nýggja árið uttan at hava loyst málið.
10. Fundur hin 18. desember 98
FA sær, at bæði HJ og RN eru á sama fundi í Portugálinum. Hann fer inn í fundarhølið og biður RN og HJ møta hjá sær ávíkavist kl 13.00 og 14.00 sama dag. Orsakað av tíðarætlanunum hjá HJ og RN, verður tað HJ, ið møtir kl 13.00. Tá fær hann frá FA at vita, at starv hansara verður niðurlagt, og at felags stjóri verður settur ? tó ikki HJ. HJ verður biðin um at halda hetta fyri seg sjálvan fyribils. RN kemur kl 14.00 og verður biðin um at gerast stjóri fyri báðar stovnarnar (ella samanlagda stovnin). Seinnapartin sama dag fara FA, AP og HN í Fíggjarmálastýrið at samráðast um nýggjan lønarkarm fyri RN.
11. Fundur hin 21. desember 98
HJ boðar sínum starvsfólki frá ætlanini hjá landsstýrismanninum.
12. Fundur hin 22. desember 98
FA ringir til HJ og biðjur um fund 28.12.1998. FA endurtók at starvið fór at vera niðurlagt, men at HJ stóð í boðið at fáa starv í Vinnumálastýrinum sum ráðgevi.
13. Fundur hin 28. desember 98
Á hesum fundi greiðir FA enn eina ferð frá støðuni og sigur, at rættindi HJ´s fara at verða vird. HJ boðar frá, at hann ikki tekur av tilboðnum um at gerast ráðgevi í Vinnumálastýrinum.
Sama dag fær HJ bræv um hoyring í málinum um at niðurleggja starvið sum landsverkfrøðingur.
Sama dag seinnapart fara FA, AP, HN og RN niðan á Landsverkfrøðingsstovnin at greiða starvsfólkunum frá, at HJ var farin úr starvi, og at RN er settur sum stjóri fyri bæði Landsverkfrøðingsstovnin og Strandfaraskip Landsins.