HVÍ taka slíkt tiltak fram á hesum stað kundi verið spurt! Til tað er at siga, at Regin Vágadal er vorðin ein partur av føroyskari søgu og mentan. At ein lítil tjóð sum tann føroyska skal hava fostrað ein av heimsins sterkastu monnum kunnu vit bert vera stolt av. Vit minnast øll, hvussu errin øll tjóðin var, tá føroyska fótbóltslandsliðið vann á Eysturríki. Ein kundi spurt, hví gera so nógv hóvasták burtur úr einum slíkum dysti? Og sama spurning kunnu vit seta í sambandi við Føroya sterkasta mann. Tað er nú einaferð so, at vit sum menniskju vilja halda við onkrum. Er talan um innanlendis kappingar, so halda vit við okkara felag, okkara bygd, okkara manni osfr. Er talan um millumtjóða kappingar, so halda vit við Føroyum osfr. Hetta hevur nakað við tjóðskap og identitet at gera. Flestu munnu eisini kenna kensluna, tá Merkið verður vundið á stong í útlondum ella tá okkurt, sum hevur við Føroyar og føroyingar at gera, verður tikið fram. Kann vera, at onkur heldur tað vera ov nógv av tí góða, at her er talan um vandamikla nationalismu.
LAT okkum hava bæði bein á jørðini og bara viðurkenna, at vit eru glað, tá onkur av okkara egnu klárar seg væl. Og so er eisini við Føroya sterkasta manni, sum nú fleiri ferðir hevur verið við í kappingini um at gerast heimsins sterkasti. Regin Vágadal hevur klárað seg væl og skal hann nú aftur royna seg í Atlantic Giant kappingini, ið er eitt framúr gott tiltak. Tí tað er eisini við til at marknaðarføra Føroyar úti í heimi. Her hava SVF og aðrir stigtakarar gjørt eitt frálíkt arbeiði. Hugaligt er tað at kunna fylgja Regini og hinum á Eurosport og skal tað vera vón okkara, at Atlantic Giant tiltakið fer at fáa stóra undirtøku Vit krossa fingrar fyri Regini. Góða kapping.