Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag skipaði óðinskvøldið fyri almennum pallborðsfundi í útvarpshøllini í Tórshavn. Heitið á fundinum var fiskatelduolja. Fynduga fundarheitið tók samanum onkrar núverandi vinnumøguleikar í Føroyum, eins og teir, ið liggja beint innanfyri gáttina til komandi aldarskiftið.
Við pallborðið sótu 5 mans; flestu teirra í oddastørvum í føroyskum vinnulívi. Teir vóru Ólavur Gregersen, stjóri á Töting í Gøtu, Meinard Jacobsen, stjóri á Fiskavirking, Ólavur Ellefsen, stjóri á teldutænastuni VIT, Wilhelm Petersen, stjóri í Atlants Kolvetni og nevndarformaður í Framtaksgrunninum og Gestur Hovgaard, granskari í økismenning. Orðstýrari var Kjartan Hoydal.
Fundarevnini fevndu um stóran part av framtíðini. Spurt varð, hvussu føroyska vinnulívið fór at megna at fíggja eitt vælferðarsamfelag, og hvørji krøv áttu at verða sett til framtíðar vinnupolitikkin. Nortið varð eisini við týdningin í økismenning, eins spátt varð um framtíðarvinnur í Føroyum. Lutfallið millum alment og privat í vinnulívinum sum heild var somuleiðis havt á lofti.
Stuttu og greiðu innleggini at byrja við høvdu í stóran mun kjølfesti í starvsøkjum teirra ið tosaðu, men sum fráleið kom ferð á kjakið, og hetta merktist væl á huginum hjá mongu áhoyrarunum at koma við ískoytum og spurningum til pallborðið.
Økismenning
Gestur Hovgaard, økismenningargranskari gjørdi í innleggið sínum púra greitt, at spurningurin um eitt sjálvberandi vinnulív eftir hansra tykki fer um øll floksmørk. Gestur legði sjálvsagt stóran dent á týdningin, økismenning hevur í vinnulívsmenningini. Hann helt ikki, at tað var nøkur náttúrulóg, at vinnulívsmenning skal fara fram í stórbýum, men at týdningurin av gomlu mongdarframleiðslan var minkaður, meðan globaliseringin í størri mun setir krøv um fleksibilitet.
Eitt av úrslitunum í økismenning er smávirkir, og hesi eru sambært Gesti týdningarmikil í hesum globariseringsráki, tí heildarframleiðslan í einum landi hevur størri møguleikar at flyta seg við marknaðarkrøvunum, eru framleiðslueindirnar smáar.
Ofta verður havt á munni, at eitt vælvirkandi vinnulív er treytin fyri vælferð landsins. Gestur Hovgaard hevði kortini hug at venda hesi framseting við.
?Vælferð er fyritreytin fyri einum vælvirkandi vinnulívi, segði hann, og tók kendu donsku fyritøkuna Oticon sum dømi um hetta. Oticon-fyritøkan er heimskend fyri hjálpitól til deyv; sonevndu hoyritólini.
? Teirra gransking, ið hevur skapað bestu hoyritólini í heiminum, er komin í lag nettupp tí vælferðarsamfelagið hevði ráð at lata deyvu dønunum hoyritól, og marknaður og áhugi fyri hesum tólum harvið varð skaptur, segði Gestur Hovgaard.
100% av ongum
Hóast framfýsni Ólavur Gregersen var rættiliga typtur í nøsini hetta kvøldið, megnaði hann kortini at oysa nógv spennandi fram í kjakið.
Hann hugleiddi m.a. um løgna ognarhugin hjá føroyinginum.
? Føroyingurin heldur tað vera so deiliga hugnaligt at hava sítt egna lítla virki, við øllum sínum næstringum við nevndarborðið, meðan tað tykist nógv torførari at vera við í størri ætlanum. Hann vil heldur eiga 100% av ongum enn 10% av nógvum.
Góða rákið í føroyskum vinnuhugburði, helt Ólavur Gregersen vera, at tað hóast alt er vorðið politiskt rætt at avnokta almennan studning til vinnlívið. Sjálvur helt hann, at vildi hitt almenna stuðla, átti talan at vera um vitanarstuðul, heldur enn peningaligan studning.
? Vit liva av matvøruframleiðslu, men hava onga gransking á økinum, segði hann undrandi, og helt hetta vera fullkomuliga ranvørgt. Ólavur legði stóran dent á, at almenni vinnupolitikkurin er avgerandi fyri vinnumøguleikarnar í einum sjálvstøðugum Føroyum.
Ph.d.-stipendium í væntu
Eins og stjórin á Tötingarvirkinum, helt stjórin á Fiskavirking, Meinard Jacobsen, tað vera burturvið, at ongin gransking er á fiskkivinnuøkinum. Hann avdúkaði tó, at Fisakavirking hevur ætlanir um at gera eitt Ph.d.-stipendium, ið kanska kundi eggja vælútbúnum føroyingum at fara í viðkomandi vísundaligt starv.
Meinard gjørdi eitt sindur burturúr at greiða frá Føroya Fiskavirking. Hann upplýsti m.a., at á teimum 7 virkjunum eru 780 fólk í starvi, og at hesi virki sum onki kunnu framleiða eini 25% afturat teimum 38.000 tonsunum, ið verða framleidd um ári.
Eins og Gestur Hovgaard gjørdi vart við, var tað sambært Meinardi sera týdningarmikið, at vinnan dugdi at laga seg eftir marknaðarkrøvunum, og at virkini vóru skjót at skifta framleiðslu í hesum sambandi.
Stjórin í Fiskavirking dugdi ikki at síggja, at pláss verður fyri einum hálønarsamfelagi í fiskaframleiðsluni.
? Lønarútreiðslurnar hjá okkum eru alt ov høgar, segði hann og nevndi, at íslendsku útreiðslurnar fyri hvønn arbeiðstíma eru eini 40% minni enn tær føroysku.
KT-fróðskaparsetur
Umboðsmaðurin hjá teldutøknini við pallborðið, Ólavur Ellefsen, stjóri á teldutænastuni VIT, segði nettupp orðið, vit, vera lyklaorðið til framtíðina.
? Vit verða noydd at stíga inní KT-framtíðina, helt hann, og segði, at alfa og omega í hesum sambandi var at leggja dent á útbúgving og gransking í Føroyum. Hann ivaðist ikki í, at vit eru nóg stór at skipa fyri okkara egnu útbúgving á hesum øki, og segði dreym sín vera eitt KT-fróðskaparsetur, ið ikki sum Fróðskaparsetur Føroya, einamest skal taka sær av støðisútbúgving.
? Mítt hugskot er, at føroyskir ungdómar kunnu fara av landinum at fáa sær støðisútbúgving innan teldutøkni, og síðan koma heim aftur her at útbúgva seg víðari, skeyt hann upp og harmaðist um, at stórur partur av teimum ungu ikki koma heim aftur til Føroya, tí onki mennandi umhvørvi er at royna seg í.
Ólavur Ellefsen nevndi íslendsku teldutøknina, ið eigur heili 10% av øllum útflutninginum har; kanska tí, at 100-tals íslendingar, staddir í egnum umhvørvi, útbúgva seg innan hátøknina.
Oljuvinnan
Umboðsmaður føroysku oljuvinnunnar við pallborðið, Wilhelm Petersen, var vísur í, og fegnaðist um, at oljuvinnan fór at vera amboð til føroyska vinnulívsfjøltáttan. Hann sá fyri sær stórar møguleikar fyri tænastuvinnuna í eini føroyskari oljuvinnu.
? Kunnu vit veita føroysku oljuvinnuni tænastur, kunnu vit eisini veita øðrum hana, var Wilhelm vísur í. Hann hevði býtt møguleikarnar í oljuvinnuni upp í tveir partar. Annar partur hevði við oljuleiting og útvinning at gera, og hesin parturin fer sambært honum at liggja undir Atlantic Petroleum, meðan verandi vinnulív fer at selja vørur og tænastur.
? Tað er sera umráðandi, at vinningur verður at fáa í leitingartíðarskeiðnum, segði hann, og vissaði um, at føroysk luttøka var tryggjað í oljulóggávuni.
Sum heild bar pallborðsfundurin brá av bjartskygni. Nøkur paradoks vóru kortini, sum ikki í nóg stóran mun vórðu viðgjørd. T.d. kundi spurningurin um lønarlagið í teimum sjálvstøðugu Føroyum verðið nágreiniligari viðgjørdur, tí ósamsvar var ímillum hugsanirnar, sum umboð fiskivinnunnar og onnur vinnuumboð løgdu fram. Sosialurin fer í týsdagsblaðnum at taka samanum fundin og royna at finna niðurstøður í orðaskiftinum eftir áhugaverdu innleggini.