Nú vilja handverkarar eisini hava meiri í løn

?Talan verður ikki um lønarsamráðingar aftur fyrrenn í 2001. men hvat vit gera "hond í hind" havi eg ongar viðmerkingar til sigur Vilhelm M. Johannesen, formaður í Føroya Handverksmeistarafelag.

Komandi ár verða bara 4,24 kr. á muni í ímillum eina arbeiðsmannaløn og eina handverkaraløn og tað vilja handverkarar hava broytt, hóast sáttmálin ikki gongur út fyrrenn í 2001.

? Eg vil mæla øllum dreingjum og gentum frá at spilla fýra ár av lívinum uppá at læra eitt handverk. ? Tí nú er munurin á eini arbeiðsmannaløn og eini handverkaraløn so lítil, at tað loysir seg ikki.

Árni Hádal, formaður í Landsfelag Handverkaranna, LFH, verður bara meiri og meiri misnøgdur við tann fýra ára sáttmálan, sum Føroya Handverkarafelag og handverksmeistararnir gjørdu í 1997.

Hann sigur, at hann hevur alla tíðina verið greiður yvir, at tað var eitt stórt mistak av Føroya Handverkarafelag at góðtaka ein fýra ára sattmála við so lítlari lønarhækking, sum her er talan um.

? Tilsamans fær handverkarin 2% í eftirløn og 2,23 kr. í lønarhækking burturúr hesum fýra ára sáttmálanum

? Men afturfyri varð yvirtíðarlønin lækkað 5%, úr 40% niður í 35% fyri teir fyrstu fýra yvirtímarnar.

Hann sigur, at serliga nú arbeiðarafeløgini hava gjørt nýggjar sáttmálar, er tað veruliga komið til sjóndar, hvussu út av lagið vánaligur handverkarasáttmálin er.

Men hann leggur dent á, at lønarhækkingin til arbeiðsfólkið var rímilig og hann ynskir teimum hjartaliga tillukku við nýggju sáttmálunum.


4,24 kr. á muni

Árni Hádal sigur, at 1. mai komandi ár verður ikki meiri enn 3, 37 á muni ímillum tímalønina hjá einum arbeiðara og einum handverkara.

1. oktober 2000 hækkar handverkaralønin aftur 87 oyru, upp í 88, 02 krónur.

? Tá er munurin ímillum eina arbeiðaraløn og eina handverkaraløn ikki meiri enn 4, 24 kr.

Árni Hádal sigur, at hesin munurin er alt ov lítil til at tað skal loysa seg at læra eitt handverk.

? Skal munurin á einum faklærdum og einum faklærdum ikki verða meiri enn 4,24 krónur, er tað at spilla fýra ár av lívinum uppá at læra eitt handverk.

? Tá vil eg heldur mæla teimum til at finna sær eitt arbeiðið, har útlit eru til at fáa eitt sindur av yvirtíð, tí so yvirhála tey skjótt handverkarar í løn.

? Munurin á eini hand-verkararaløn og eini arbeiðsmannaløn hevur verið næstan 10 krónur, og tað er eftir mínum tykki alt ov lítið.

? Men nú munurin ikki verður meiri enn 4,24 kr. er tað endamálsleyst at læra til handverkara.

Formaðurin í LFH sigur, at sum støðan er mælir hann limum sínum til at venda sær til felagið, tí so skal nevndin hjálpa teimum at finna sær arbeiði sum ófaklærdur, ella eitt handverkarastarv uttanlands.


Samráðast um hægri løn

Árni Hádal sigur, at Landsfelagið hevur biðið meistararnar um fund um nýggjan sáttmála.

? Áðrenn Føroya Handverkarafelag skrivaðu undir fýra ára sáttmán, gjørdu Havnar Handverkarafelag vart við, at vit høvdu meldað okkum úr Føroya Handverkarafelag.

? Tí eru bæði vit, og sakførari okkara sannførdir um, at Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag øðrumegin og Føroya Handverkarafelag hinumegin skrivaðu illvarin undir tann nýggja sáttmálan.

? Men hetta málið er á veg í rættin.

Landsfelag Handverkaranna hevur sagt sáttmálan upp og hava biðið meistararnar um fund um nýggjan sáttmála

Men meistararnir hava sagt, at teir halda seg til tann sáttmálan, sum teir hava gjørt. Hvat gera vit so, um teir ikki vilja samráðast?

? Tað havi eg ongar viðmerkingar til í løtuni, tí hendir tað, er støðan nýggj og so mugu vit taka støðu til tað.

Men Árni Hádal sigur, at taðverður ikki góðtikið, um meistararnar ?bara? seta nakað upp á tímalønina.

? Tað, sum skal henda, skal gerast í einum nýggjum sáttmála við LFH, sigur hann.

Sambært útvarpinum hevur Føroya Handverkarafelag eisini biðið meistararnar um at endurskoða sáttmálan.


Gera ikki nýggjan sáttmála

Vilhelm M. Johannesen, formaður í Føroya Handverksmeistarafelag, er ógvuliga varin við viðmerkingum.

Men hann leggur dent á, at tað verður ikki talan um at nakrar lønarsamráðingar nú.

? Tær verða ikki aftur fyrrenn í 2001.

? Men hvat annað kann henda, vil eg ikki siga nakað um enn.

Hann leggur tó dent á at handverkararnir kunnu taka tað púra róligt, tí teir koma ikki at vera við sviðusoð uppá nakran máta.

Merkir tað, at tit eru sinnaðir at hækka lønina?

? Tað havi eg onga viðmerking til. Men eg havi langt síðani gjørt upp við meg sjálvan, hvørja støðu eg havi til hetta.

Hann vísir eisini á, at samstarvið ímillum meistarafelagið og Handverkarafelagið hava altíð verið góð.

? Tað eru ongir trupulleikar okkara millum. Og tað verða heldur ongir trupulleikar, leggur hann afturat. Sáttmálin er galdandi til 2001. Men hvat vit gera ?hond í hond? sigi eg onki um enn.

Men so er tað tað nýggja Landsfelag Handverkaranna sum vil loysast frá sáttmálanum, sum er.

? Tann dagin vit eru leysir av sáttmálanum við Føroya Handverkarafelag, er ein nýggj støða. Til tá eru vit bundin av sáttmálanum.

? Og tann dagin Landsfelagið kann koma við einum dómsúrskurði uppá, at teir eru onki høvdu við Føroya Handverkarafelag at gera, tá ið sáttmálin varð gjørdur, og tí ikki eru bundnir at sáttmálanum, skulu teir ikki bíða í nógvar tímar til at fáa tað neyðuga sambandi við okkum, sigur Vilhelm M. Johannesen.

So í veruleikanum er ongin trupulleiki, leggur hann afturat