fólk inn, og tá eg so sá, at prestur eisini kom at vitja, hevði eg bestan hugin at læsa hurðina fyri honum. Ikki tí at eg havi nakað sum helst ímóti presti, men eg havði hug at læsa hendan ræðuleikan úti [...] onkusvegna, at um hon kundi læsa hurðina, helt alt fram soleiðis, sum tað átti at vera. - Hetta er ringasta náttin, eg havi upplivað. At sita og bíða og desperat lurta eftir telefonini og vóna at hon fór at ringja [...] mans, og tí vildi eg hava hann at vera heima ein túr aftrtat, sigur Sóleyg á Fríðriksmørk. Einki serligt veður Hon sigur, at maðurin kendi seg sum eina ónyttu at blíva við at liggja heima. - Men tað helt
Lisberg er onga løtu í iva um, at fær Fámjin ikki tunnil innan heilt fá ár, doyr bygdin út. Í bygdini búgva stívliga 80 fólk, og tað er ikki at taka munnin ov fullan at siga, at bygdin rættiliga er komin á [...] veit hann, hvat tað er at koyra um Ørðaskarð á vetrardegi. Jóanis Lisberg dylur ikki fyri, at ein tunnil millum Øravík og Fámjin er eitt av hansara hjartamálum, og hann ætlar ikki at helma í, fyrr enn hesin [...] umstøðurnar, og hann ætlar ikki at helma í, fyrr enn myndugleikarnir skilja álvaran. - Tað gongur slett ikki, at ein tunnil til Fámjins verður lagdur í nakran karm, har vit koma at liggja aftarlaga í einari
virkið upp í gjøgnum mong ár - til hann at enda hevði fingið so nógv at gera, at hann víðkaði virkið hjá sær. Men hvat hendir? Jú hettar sóu føroyingar - og so øll at seyma klæðir. Tað bleiv seymað klæðir [...] Síggja føroyingar at nakað ber seg - ja, so skulu allir til at gera tað - og endan kenna vit øll. Men læra vit? Nei. At ein maður hevur givið út ein myndakalendara í 18 ár, kundi týtt uppá, at tað ber seg. [...] Nú um dagarnar kom út nýggjur myndakalendari - og hetta fekk meg at hugsa, at tað er løgið, at føroyingar ongantíð læra av sínum feilum. Vit mugu vera býttasta fólk á hesi jørð - tí fornuftin kemur ongantíð
málum í 200 londum. Góða undirtøkan hoyrir kanska gandaverðini til, og uttan at siga ov nógv, so eydnast tað aftur hesaferð Harry at sleppa væl burtur úr stríðnum ímóti myrkursins kreftum á Hogwarts, skúlanum [...] bendir á, at Voldemort aftur er farin at gera um seg, og tí verður lagt upp til enn eina styrkiroynd millum góðar og óndar kreftir. Hesaferð hevur Harry eisini nýggjar kreftir í sær sjálvum at stríðast [...] í Noregi sigur, at fimta bókin gevur okkum uppaftur meira av øllum tí, sum Rowling higartil hevur givið. Og BBC hevur sagt, at bókin kann fanga øll ? ung sum gomul. So er bara eftir at bíða eftir føroysku
teir royna at liva upp til hesi krøv? Umframt at vera eitt tíðindablað, er Sosialurin eitt kjaktorg. Men fyri at sleppa undan huldumonnum, krevja vit, at allar greinir skulu hava navn undir. At hesar eisini [...] tí at niðurgera tíðindafólk á Sosialinum at skíra avrikið hjá teimum fyri vera ávirkað partapolitiskt. Men hvat meinar Árni Dahl við, tá hann sigur, at Sosialurin feldi Helenu. Um hann ikki minnist gongdina [...] Helenu. Tvørturímóti. Um Torbjørn er at siga: Sosialurin hevði eina samrøðu við Torbjørn, har hesin legði harðliga eftir løgmanni. Tá greinin var prentað, pástóð hesin, at hetta hevði hann ikki sagt. Men
um, at eg var við tær til allar kanningar, og at eg sat hjá tær undir sjúkraleguni, ofta bæði dag og nátt. Mamma, úti á Landssjúkrahúsinum høvdu vit nógvar og langar samrøður. Vit komu sera tætt at hvørji [...] elskaða mamma ”Giv mig en blomst mens jeg lever”. Ja, nú er hendan rósan følnað. Tungt er at seta seg niður at skriva hesa seinastu heilsan til tín góða mamma. Nú jólini nærkast og tað er liðið næstan [...] hevði ringan matarlyst, royndi tú at smakka tær kortini. Jólaaftan í fjør vóru vit øll saman við tær inni á Toftum, og tú vart sera glað fyri hettar kvøld, sum vit koma at goyma í okkara hjørtum. Eg eri yngst
um Atlantshavið. Eftir hesa sending setti Trond sær fyri, at hetta fór hann einaferð at gera. Hann fór í neystið, flotaði bátin og byrjaði at venja. Júst 15 ár seinni sótu hann og Emil Eide Eriksen í bátinum [...] eru staddir. Trupulleikin var, at nú vóru teir á veg yvir vulkanina El Hier, sum var virkin um hetta mundið. Vindurin var tá so nógvur, at teir høvdu ongan møguleika at halda seg burtur av leiðini, tí [...] báturin var einans 6,9 metrar langur, 1,9 metrar breiður, men serbygdur til at tola tær ógvusligu náttúrukreftirnar. - Bara tað at lata sær av vatninum kundi vera vandamikið í stóru aldunum. Tí máttu vit
framdu satt bragd í Nevza-kappingini í Randaberg í Noregi um vikuskiftið. Ongantíð áður hevur eydnast okkum at vinna heiðursmerki í hesi sterku kapping, men gongdin seinastu árini hevur bent á, at okkurt [...] undir truplu uppgávuna at venda dystinum, og tað eydnaðist til fulnar. Ótrúligt liðavrik Tá ið hugt verður at liðunum spælara fyri spælara, so skuldi verið ómøguligt hjá Føroyum at vunnið. Norska liðið man [...] vóru venjararnir báðir heldur ivasamir, um hetta mundi fara at eydnast, tí hóast føroysku genturnar høvdu fleiri settbóltar, so megnaðu tær ikki at binda fyri, og taptu tí settið. Venjararnir vóru vónbrotnir
í boðið at flyta til Los Angeles at reka fyritøkuna. Hann tók avgerð um at flyta til USA og setti sær sum mál at útbyggja og menna fyritøkuna til altjóða marknaðin. - Eg hevði sett mær fyri, at eg vildi [...] sæð í bakspeglinum var tað kanska ein orsøk til, at hann á rættiliga ungum árum visti, at hann vildi út í verðina. Men hvussu upplivdi Christian tað at verða skildur sundur frá biologisku familjuni á so [...] beinhørð, og hann minnist aftur, at teir kundu egna út í eitt frá fríggjadegi kl. 16 og heilt til leygarmorgun kl. 09. Skúlataskan lá aloftast eftir í skúlanum, tí Christian tímdi ikki at gera skúlating.
fótbóltur hevur at siga fyri týskarar. Tað er ikki av tilvild, at Jóan Símun nú fer at spæla í Týsklandi. Bill heldur, at hann hevur tað ruddiliga uppiborið. - Tað hevur altíð ligið í kortunum, at hann kundi [...] gamli toftamaðurin hevur fingið møguleikan at royna seg í týskum fótbólti. - Hetta er spennandi fyri Jóan Símun. Tað verður stuttligt hjá honum at sleppa at royna seg á týsku leikvøllunum, har áskoðar [...] havt nógv við Jóan Símun at gjørt, er Bill McLeod Jacobsen, ið hevur verið venjari hjá honum bæði í B68, AB og á føroyska U21-landsliðnum. Bill minnist aftur á ta tíðina í 2009, tá ið teir í B68 fingu fy