So leypi eg á sjógv til babba

Soleiðis segði tann tá trý ára gamli Hendrik við mammu sína, Sóleyg á Fríðriksmørk, tríggjar ferðir, tá hon skeldaði. Pápin, Símun Pauli á Fríðriksmørk, gekk burtur á vári 1998 við Sjóborg, saman við pápa og beiggja Sóleyg, sum sat eftir við trimum smáum børnum. Hesum greiddi hon frá í KFUM&K í Klaksvík minningardag teirra sjólátnu

Leo Poulsen

2. apríl 1998 gjørdist ein lagnudagur fyri tað tá bert 27 ára gomlu Sóleyg á Fríðriksmørk. Hendan dagin gekk Sjóborg burtur við mann og mús, og Sóleyg misti alt í einum mannin, pápan og beiggjan.
Pápin, Tony Thomsen, var skipari og førdi eisini Sólborg, Símun Pauli á Fríðriksmørk, beiggin Hannus Thomsen, Atli Bjartason og Hilbert Fonn, sum var vestmenningur, men giftir inn á Strendur.
Longu sum 14 ára gomul hitti Sóleyg Símun Paula, sum seinni bleiv maður hennara.
Vit giftust 15. mai 1993, tá eg var 21 ára gomul og Símun Pauli 26, sigur Sóleyg á Fríðriksmørk.
Í oktober í 1994 varð fyrsta barnið føtt, sonurin Hendrik. Tá gekk Símun Pauli á Føroya Sjómansskúla og Sóleyg á læraraskúla. Í august í 1996 varð eldra gentan fødd, og hon fekk navnið Marita, og í januar 1998 varð triðja barnið, Simona Paula, fødd.
- Nú áttu vit trý fitt og vælskapt børn, og alt sá so ljóst út, sigur Sóleyg á Fríðriksmørk.
Maðurin, Símun Pauli, var heima frá januar fram til 31. mars hetta árið, tá Sjóborg fór sín síðsta túr.
- Tá gleddi hann seg at sleppa til skips aftur. Eg spurdi hann, um hann ikki kundi verða heima ein túr aftrat, men tað vildi hann ikki. Orsøkin til, at eg spurdi, var, at teir vanliga vóru fýra mans við bátinum, men nú Símun Pauli eisini fór við, blivu teir fimm mans, og tí vildi eg hava hann at vera heima ein túr aftrtat, sigur Sóleyg á Fríðriksmørk.

Einki serligt veður
Hon sigur, at maðurin kendi seg sum eina ónyttu at blíva við at liggja heima.
- Men tað helt eg als ikki. Hann var so óførur við teimum eldru børnunum, so eg hevði góðar stundir at taka mær av tí nýføddu gentuni, sigur Sóleyg á Fríðriksmørk.
31. mars klokkan 20.30 skuldi manningin so vera umborð á Sjóborg, og tað seinasta, Símun Pauli gjørdi saman við børnunum, var at biðja Faðirvár.
- Hann legði so øll trý í okkara song hóast tað, at tey høvdu hvør sítt kamar, og tá eg spurdi hann hví, svaraði hann, at hann so fegin vildi hava tey at gerast góð systkin, sigur Sóleyg á Fríðriksmørk.
2. apríl gjørdist dagurin, sum broytti alt fyri Sóleyg.
- Tann morgunin ringdi eg umborð, og babba tók telefonina. Vit tosaðu eina løtu og hann segði, at teir skuldu inn á Toftir at landa klokkan 18.30. So læt í honum, at tað var eitt sindur av vindi, og tá han segði soleiðis visti eg, at so var veðrið einki serligt, sigur Sóleyg á Fríðriksmørk.
Símun Pauli og hinir vóru har frammi og skaffaðu, og tí vildi hon ikki órógva.
- Annars gekk annar apríl sína vanligu gongd, eg hevði vitjan av einari grannakonu, og tá klokkan var hálvgum seks ringdi mamma og spurdi, um eg hevði frætt nakað frá Símun Paula, men tað hevði eg ikki. Eg segði henni so, at eg hevði tosað við babba um morgunin, og at teir skuldu landa á Toftum klokkan 18.30, sigur Sóleyg á Fríðriksmørk.

Læsa ræðuleikan úti
Hon hugsaði als ikki um, at nakað var á vási, og var púra trygg.
- Um 20-tíðina vóru genturnar sovnaðar, og Hendrik sat á gólvinum og spældi við bilar, og eg sjálv stóð framman fyri vaskinum. Tá gekk hurðin, og inn koma Marta, systur mín, Sámal, maður hennara og mamma, og eg sá beinanvegin, at har var okkurt heilt, heilt galið, sigur Sóleyg á Fríðriksmørk.
Hon sigur, at tey sóu út sum tríggir robottar og kvettu ikki í tvey.
- Eg spurdi so hvat feilti, og tá fingu tey so sagt, at Sjóborg var ikki komin fram, og at teir vóru farnir at leita, sigur Sòleyg á Fríðriksmørk.
Hon fataði ikki beinanvegin hvat tað var, tey søgdu. Tað kundi ikki bera til. Sjóborg var jú á veg inn.
- Tað komu skjótt fleiri og fleiri fólk inn, og tá eg so sá, at prestur eisini kom at vitja, hevði eg bestan hugin at læsa hurðina fyri honum. Ikki tí at eg havi nakað sum helst ímóti presti, men eg havði hug at læsa hendan ræðuleikan úti, sigur Sóleyg á Fríðriksmørk.
Hon helt onkusvegna, at um hon kundi læsa hurðina, helt alt fram soleiðis, sum tað átti at vera.
- Hetta er ringasta náttin, eg havi upplivað. At sita og bíða og desperat lurta eftir telefonini og vóna at hon fór at ringja og siga, at teir vóru funnir aftur í øllum góðum, sigur Sóleyg á Fríðriksmørk.
Hon minnist eisini tøgnina.
- Øll sótu og hugsaðu sítt, sigur Sóleyg á Fríðriksmørk.

Gott minningarhald
Hon sovnaði hesa náttina klokkan fýra, men vaknaði longu aftur klokkan sjey.
- Tá misti eg alla vón um, at teir fóru at koma aftur, og tað var ein ræðulig kensla, sigur Sóleyg á Fríðriksmørk.
Næstu dagarnar minnist hon ikki til fulnar.
- Tað komu nógv fólk at vitja, og tey vóru sera hjálpsom og komu við alskyns mati, klædnapløggum og peningagávum, sigur Sóleyg á Fríðriksmørk.
Hon var sera fegin um, at nógv fólk komu á vitjan, tí tað er so gott at vita, at tað eru so nógv fólk, sum hugsa um ein, tá mann ikki hevur tað so gott.
- Men fyri børnini var tað ikki altíð so stuttligt við øllum hesum fólkunum. Tá eg hugsi um tað, hevur tað verið ein ótrúliga stór broyting fyri tey, frá at hava ein friðarligan gerandisdag við mammu og babba, og til øll hesi fólkini, sum øll eru kedd, sigur Sóleyg á Fríðriksmørk.
Hon dugir væl at skilja, at tey ikki altíð tímdu.
- Minningarhaldið varð so hildið 12. apríl í Sjóvar kirkju, og Jógvan Fríðriksson, prestur, gjørdi alt fyri okkum, sjálvandi í samráð við familjurnar, sum høvdu mist. Tað var ógvuliga gott, tí sjálvur hevur tú ikki tær stóru kreftirnar og orkuna í slíkari støðu, sigur Sóleyg á Fríðriksmørk.
Hon sigur, at hetta var eitt gott minningarhald, har tey eisini fingu góða hjálp til ervið aftaná.
- Eg tók ikki børnini við til minningarhaldið, tí eg helt tað var betur, at tey vóru eftir hjá góðum fólkum og spældu. Tey vóru jú so smá, so eg ivist í, hvat tey høvdu fingið burtur úr, sigur Sóleyg á Fríðriksmørk.

Ringasta løtan
Soleiðis endaði so 12. apríl, og hon hevði ongantíð havt tað so ringt sum tá.
- Eg gloymi ongantíð, hvussu ringt eg hevði tað við at reisa meg aftur í bygdarhúsinum. Eg føldi, at tað, sum nú stóð fyri framman, var nakað, sum eg ikki vildi vera partur av. Eg hevði bestan hugin at halda fast í stólin og bara sita har, sigur Sóleyg á Fríðriksmørk.
Hon tordi ikki at reisa seg, men tað mátti hon. Men lívið gjørdist ikki nakar dansur á rósum.
- Teir tríggjar fyrstu mánaðirnar kom kona til beiggja Símun Paula at hjálpa henni.
Hon bleiv frítikin sínum egna arbeiði og hjálpti so okkum frá klokkan átta á morgni til klokkan fimm um dagin. Tað var kærkomin hjálp, tí tað er nóg mikið at takast við, við trimum smáum børnum, sigur Sóleyg á Fríðriksmørk.
Eftir hetta fóru Hendrik og Marita í dagrøkt hálva tíð seinnapartar.
- Tá Simona Paula bleiv 15 mánaðir helt onkur heimasystir, at hon hevði havt gott av at koma í annað umhvørvi eisini, og tí fór hon í dagrøkt hálva tíð eisini, sigur Sóleyg á Fríðriksmørk.
Familjan hjá Sóleyg og hjá Símun Paula eru enn sum áður ótrúliga góð at hjálpa henni.

Tú finnur ikki babba kortini
Hendrik var um hetta mundi trý ár.
- Hann spurdi ótrúliga nógv eftir pápa sínum. Genturnar vóru enn so lítlar, at tær dugdu ikki rættiliga at seta orð á. Hendrik hevði eisini verið so nógv saman við pápa sínum, tí hann gekk í skúla, tá Hendrik var lítil. Teir gjørdi Sjóborgina í stand, so hann var so nógv heima, so fyri han gjørdist tað ein stórur saknur, sigur Sóleyg á Fríðriksmørk.
Hannus, beiggin, og pápin, Tony, vóru eisini ofta á vitjan, og Tony var hvønn dag inni á gólvinum, tá hann var heima.
- So fyri Hendrik gjørdist tað ein stórur saknur. Hann gjørdist eisini bangin fyri at missa meg, so hann vildi alla tíðina vera hjá mær. Og skuldi nakar hjálpa honum, var tað bara mamma, sum skuldi hjálpa, sigur Sóleyg á Fríðriksmørk.
Dagarnir ganga, og Sóleyg heldur seg sjálva vera mest meinlík einum robotti, sum bara gjørdi tað, sum hon skuldi.
- Eg forsømdi ikki børnini, men eg var ikki altíð við hundrað prosent. Sjálvandi vóru ikki allir dagar líka, og summar hevði tú bestan hugin at skræða úr kalendaranum, sigur Sóleyg.
Onkrar dagar helt hon seg vera verðins vánaligastu mammu, tá hon hevði skeldað uttan ávísa grund. Ofta gjørdist ein mús til ein elefant.
- Teir dagar, eg hevði tað gott, høvdu børnini tað eisini gott. Summar dagar helt Hendrik, at eg skeldaði ov nógv, so hann hevði eina loysn upp á tað. Hann ætlaði sær oman á keiina og leypa á sjógv. So fari eg bara til babba, segði hann. Tá hann hevði sagt hetta tríggjar ferðir orkaði eg ikki at hoyra hann siga tað meira, so eg segði við hann, at pápi tín eg langt úti, og hoppar tú á sjógv, finnur tú hann ikki kortini, sigur Sóleyg á Fríðriksmørk.
Eftir hetta segði hann tað ongantíð aftur, men Sóleyg hevði ringa samvitsku av at hava sagt soleiðis við hann.

Ill við Guð
Men hvussu við Sóleyg sjálvari, hvussu hevði hon tað við hendan missin.
- Tað fyrstu tíðina gekk eg og hugsaði meg svakan um, hvussu hetta var hent og hví. Hvussu høvdu teir tað síðstu løtuna, og eg royndi at innliva meg í teirra støðu. Men eg fekk einki ítøkiligt svar, tí har var einki ítøkiligt svar, sigur Sóleyg.
Har vóru eisini nógvir spurningar, sum hon ikki tordi at siga hart, men goymdi innan í sær.
- Eg var ikki ill fyrstu tíðina, tí eg helt at tað mátti vera ein meining við øllum. Men sum tíðin leið føldi eg, hvussu øðin boblaði innan í mær. Eitt hevði eg tó sett mær fyri, at eg vildi ikki enda sum ein beiskur persónur, sigur Sóleyg.
Men tað er eingin loysn at goyma hetta í sær sjálvum, so hon byrjaði at spyrja Guð, hvussu hann kundi lata hetta henda.
- Eg var ill inn á Guð, rættiliga ill, at Símun Pauli ikki kundi sleppa heim til okkum, tí eg hevði so nógv brúk fyri honum við trimum smáum børnum. Eg føldi tað so órættvíst móti honum, at hann ikki skuldi sleppa at uppliva síni børn, og at tey ikki skuldu sleppa at uppliva pápa sín, sigur Sóleyg á Fríðriksmørk.
Hon spurdi eisini, hví Guð ikki heldur hevði tikið hana, tí hon helt, at Símun Pauli dugdi so nógv betur við børnunum.
- Men so hugsaði eg eisini, at eg hevði ikki vilja, at Símun Pauli skuldi gjøgnum tað sama, sum eg. Tað var so ringt, sigur Sóleyg á Fríðriksmørk.
Fólk søgdu eisini við hana í bestu meining, at fátt er sum faðir, einki sum móður.
- Eg føldi meg ikki sum verðins fittastu mammu, og eg helt eisini, at tað var at seta niður á Símun Paula, sigur Sóleyg.

Bað nógv til Guð
Tá eitt menniskja kennir sorg, sæst alt út frá einum heilt øðrum vinkli, tá vendir alt áq høvdinum.
- Við trimum smáum børnum er tú í sving alla tíðina, og hevur ikki stundir at sita niðri og hugsa. Tá eg nú hugsi aftur á tíðina er tað gott, at eg hevði børnini, sjálvt um eg mangan var móð. Hetta var ein møði, ið var nógv størri enn ein kvinna fær, tá hon hevur átt, sigur Sóleyg.
Hon var tí altíð troytt, tá kvøldið kom og fór tíðliga í song.
- Men eg droymdi ofta keðiligar dreymar. Eg haldi, at alt, sum hevði fortrongt gjøgnum dagin, kom fram aftur í dreymum, og tí var eg ofta móð, tá eg vaknaði, sjálvt um eg hevði sovið nóg nógvar tímar, sigur Sóleyg á Fríðriksmørk.
Fyri at yvirliva, mátti hon taka ein dag í senn.
- Tað mátti eg læra meg, tí hvør dagur hevur nóg mikið í síni plágu, og at hugsa langsiktað kláraði eg ikki, tí tá leyp alt saman, sigur Sóleyg.
Hon bað nógv til Guð um at geva henni mót at liva, tí alt sá so meiningsleyst út.

Sunt at gráta
Eftir eina tíð fekk eg so nakað at stríðast við, sum ikki fór vekk aftur, og tað var óttin. - Eg gjørdist bangin fyri at sigla og flúgva og sjálvt at koyra bil. Bara eg skuldi við báti til Klaksvíkar, bleiv eg bangin. Hetta var ein strævin tíð, sum vardi rættiliga leingi. Tá var tað óttin, sum stýrdi mær og ikki øvugt, sigur Sóleyg.
Hon heldur, at tað kemst av, at tey hava upplivað so nógvar vanlukkur í familjuni, at hon hevði mist álitið á alt.
- Børnini spurdu, um tey ikki kundu fara at ferðast, men eg segði altíð næsta ár, inntil tey gjørdust so stór, at eg ikki kundi siga tað meir. Síðani tá hava vit onkuntíð verið og ferðast, og tað hevur gingið væl, sigur Sóleyg á Fríðriksmørk.
Hon hevur altíð havt grátin fyri seg sjálva.
- Eg havi ongantíð vilja grátið framman fyri børnunum ella øðrum fólkum. Eg veit ikki hví, men eg haldi már dámdi best at gráta, tá eg var einsamøll, sigur Sóleyg.
Men tað kemst als ikki av tí, at hon heldur tað vera skomm at gráta.
- Tað er tvørtur ímóti sunt at gráta, tí gráturin hann linnar, sigur Sóleyg á Fríðriksmørk.

Tað var í sambandi við missiónsvikuna í KFUM & K í Klaksvík, at Sóleyg á Fríðriksmørk greiddi frá sínum upplivingum á minningardegi teirra sjólátnu.


Myndatekstur:
Sóleyg í KFUM & K, har hon greiddi frá sínum upplivingum. Hon hevði døturnar Maritu og Simonu Paulu við, og seinni nevnda sang ein sang, hon hevði gjørt til pápa sín, bæði orð og lag
Mynd: Álvur Haraldsen



CITAT
Eg spurdi hann, um hann ikki kundi verða heima ein túr aftrat, men tað vildi hann ikki.


Hann ætlaði sær oman á keiina og leypa á sjógv. So fari eg bara til babba, segði hann. Tá hann hevði sagt hetta tríggjar ferðir orkaði eg ikki at hoyra hann siga tað meira, so eg segði við hann, at pápi tín eg langt úti, og hoppar tú á sjógv, finnur tú hann ikki kortini

Eg gloymi ongantíð, hvussu ringt eg hevði tað við at reisa meg aftur í bygdarhúsinum. Eg føldi, at tað, sum nú stóð fyri framman, var nakað, sum eg ikki vildi vera partur av

---

Sóleyg á Fríðriksmørk var 27 ára gomul, tá Sjóborgin gekk burtur 2. apríl 1998. Við Sjóborgini misti hon mannin, pápan og beiggjan. Eftir sat hon einkja við trimum smáum børnum, har tað elsta var trý ár og tað yngsta nýføðingur.
Fýra ár framman undan hevði hon mist verfaðirin við Stathav.
1. november, minningardag teirra sjólátnu, greiddi hon frá, hvussu tað var at gerast einsamøll við trimum smáum børnum, og hvussu hon og børnini hava upplivað, at vaksa upp við ongum pápa.