- Jú jú, tað hevur altíð gingið við rúkandi ferð.
Hann situr við ídni og prátar um sítt lív og sína lívsfilosofi á tómu matstovuni á Hotel Føroyum. Frammanfyri honum liggur ein hálvkaldur búffur, sum ikki fær nógv uppmerksemi frá eigaranum, hóast tað er døgurðatími.
Frá tí at hann kom eftir undirritaða í einum gráum BMW í miðbýnum í Havn hevur fartelefonin kimað, og ágrýtin tosar hann við gud viti hvønn um umsetning, leiðslu, eftirútbúgving, lønarkrøv og annað, sum hoyrir gerandisdegnum hjá einum stjóra til. Ei undur í, at hann insisterar uppá eitt friðarligt stað at práta.
Orðini rapla úr munninum, og orka og hugur lýsa av honum. Í 2007 gjørdi tann nú 42 ára gamli Christian Nagata innrás í føroysku samskiftis- og KT-vinnuna við samtakinum NEMA, sum er ein samanlegging av fimm KT- og lýsingarfyritøkum, og sum tilsamans hevur 120 starvsfólk. Í 2008 varð hann kosin ársins leiðari. Og nú hugleiðir hann íðin um sítt lív. Frá barnaárunum uppi í Gerðum í Klaksvík til lestrarárini á Handilsháskúlanum í Keypmannahavn til árini í Los Angeles, tá Christian var dagligur leiðari á eini altjóða fyritøku, sum framleiddi ur til alskyns marglætiskundar kring heimin.
Japanarin í Ósaskúlanum
- Eg minnist fyrsta skúladag í Ósaskúlanum í Klaksvík. Eg var trongdur upp í ein krók av forvitnum børnum, tí eg hevði skeivari eygu og døkkari hold enn tey. Ein lærari kom bókstavliga og bjargaði mær frá forvitnu klaksvíksbørnunum við hvítum hári og bleikari húð, sigur Christian og flennir hart.
Hóast hann í náðileysa skúlagarðinum í Ósaskúlanum við jøvnum millumbilum varð mintur á, at hann ikki líktist hinum børnunum í útsjónd, so minnist hann einki til rasismu og óndsinnaðan ágang. Hann hevði nógvar vinmenn, sum beistaðust um alla Klaksvíkina, og Gerðabøurin var heimabeitið hjá honum og vinmonnunum.
Men tað var mest sum av tilvild, at lítli Christian endaði í Klaksvík. Hann varð føddur í New York tann 11. november í 1967, og bæði foreldrini vóru filmsframleiðarar, sum arbeiddu kring allan heimin. Pápin kom úr Japan og mamman úr Danmark. Og meðan foreldrini arbeiddu í Hollywood, London, Paris ella Berlin, vóru Christian og tvær eldri systrar hjá fastari fosturfamilju í Keypmannahavn.
- Frá tí eg var trý ár bleiv eg passaður av Agnari á Dul og konuni, Evy. Trý ár seinni, í 1974, fluttu tey heimaftur til Klaksvíkar, tí Agnar var liðugur at lesa. Og tað endaði við, at eg fór við teimum, meðan eldru systrarnar vóru eftir. Tá vóru míni biologisku foreldur farin frá hvørjum øðrum, og eg kom inn í eina nýggja og kærleiksfulla familju í Klaksvík, greiðir Christian frá.
Millum Los Angeles og Gerðabø
Ígjøgnum øll barnaárini í Klaksvík hevði hann fast samband við mammuna og báðar systrarnar, og tey møttust av og á í Los Angeles, har mamman búði. Pápan hevur hann ikki havt nakað samband við.
- Eg fekk eisini tríggjar yngri systrar í Klaksvík, so eg endaði í tí undarligu støðuni, at eg var lítlibeiggi í Los Angeles og stóribeiggi í Klaksvík, greiðir Christian frá.
Hann minnist væl, hvussu hann sum barn upplivdi sterku mótsetningarnar ímillum lítla fiskivinnusamfelagið í Klaksvík og metropolarnar úti í stóru verð. Mótvegis flestum øðrum børnum ferðaðist hann ímillum tað lokala og tað globala, og sæð í bakspeglinum var tað kanska ein orsøk til, at hann á rættiliga ungum árum visti, at hann vildi út í verðina.
Men hvussu upplivdi Christian tað at verða skildur sundur frá biologisku familjuni á so ungum árum og vaksa upp hjá eini fosturfamilju í Klaksvík? Christian drálar eina løtu og hyggur oman yvir Havnina, áðrenn hann svarar.
- Umstøðurnar vóru so mikið góðar rundan um meg í Klaksvík, at eg ongantíð upplivdi tað sum ein trupulleika. Eg havi altíð verið lættsintur, og eg hevði ein góðan barndóm og ungdóm, har sum eg var, greiðir Christian frá.
Men hevur tú nakrantíð kent teg sviknan av foreldrunum?
- Nei. Kanska hevði eg kent meg sviknan, um eg ikki hevði tað gott, har sum eg var. Og sjálvandi saknaði eg mammu mína. Men sum sagt, eg hevði tað so mikið gott hjá míni familju í Klaksvík, at eg ongantíð hevði trupulleikar av tí, sigur Christian.
Frá egning til KT
Tá Christian Nagata var ellivu ár, byrjaði hann at egna, og nógvir, nógvir tímar vórðu brúktir í egningarskúrunum á Stongunum í Klaksvík. Kappingin millum dreingirnar var beinhørð, og hann minnist aftur, at teir kundu egna út í eitt frá fríggjadegi kl. 16 og heilt til leygarmorgun kl. 09. Skúlataskan lá aloftast eftir í skúlanum, tí Christian tímdi ikki at gera skúlating. Hann var onkra ferðina á útróðrum, og sum tíðin leið gjørdist stóri dreymurin at fara til sjós.
Men hesin dreymurin fekk ein bráðan enda, tá Christian fekk staðfest ein diskusprolaps í rygginum og fekk greið boð um, at hann ongantíð kundi fara til skips. Ein dyggur smeitur fyri fjúrtan ára gamla drongin, sum nú skuldi umstilla seg til okkurt annað.
Hendan umstillingin tók sína tíð, og eftir lokið studentsprógv á studentaskúlanum við Gøtugjógv var hann greiður yvir, at meðaltalið var ov lágt, um hann skuldi lesa víðari. Hann fór at supplera á Handilsskúlanum í Havn fyri at fáa meðaltalið upp, samstundis sum hann fekk arbeiði hjá grannskoðarafyritøkuni Impact hjá Jógvani Sundstein. Og tað var um hetta mundið, at áhugin fyri tí, sum hann livir av í dag, av sonnum kom til sjóndar.
- Tá eg var liðugur á studentaskúlanum, stovnaði eg mína egnu KT-fyritøku, sum seldi teldur, telefaks og aðrar KT-tænastur. Fyritøkan fekk navnið Nagata Data. Áhugin var komin nøkur ár frammanundan, tá babba fekk eina teldu í húsið, sum hugtók meg frá fyrsta degi. Í níggjunda flokki var eg eisini í starvsvenjing hjá Com Data í Klaksvík, og nú hevði eg so hug at royna meg á økinum, minnist Christian aftur.
Dreymurin um lívið á sjónum var skift út við nýggj áhugamál innanfyri eina nýggja vinnu. Ein vinna, sum seinni fór at mynda lívið hjá Christiani.
Sushi og bankaverðin
Tá Christian flutti til Danmarkar og fór at lesa data og búskap á Handilsháskúlanum í Keypmannahavn, gjørdust vitjanirnar til Los Angeles fleiri í tali. Umframt lesnaðin arbeiddi hann nærum fulla tíð fyri danska bankan Unibank, sum í dag eitur Nordea. Og hóast tað skuldi eitast at vera eitt lestrarstarv, so gjørdist tann bert 22 ára gamli Christian deildarleiðari á eini deild við tíggju fólkum, hvørs arbeiði var at “spionera aðrar bankar”, sum Christian tekur til.
Í vikuskiftunum hittust føroysk lesandi á kongaliga bókasavninum at lesa, áðrenn leiðin gekk í býin um kvøldið. Og tá hini fóru á McDonald´s at eta, fór Christian einsamallur á kongaliga fiskahandilin á Højbro Plads at eta sushi, sum tá var meiri ókent um okkara leiðir. Men sum fráleið fekk Christian fleiri og fleiri føroyingar við sær á sushi matstovu, og hann heldur fyri við einum smíli, at nýggja sushi matstovan Etika á Áarvegnum í Havn er størsta frambrotið í Føroyum í nýggjari tíð.
- Keypmannahavn var ein deilig tíð, og eg kenni meg framvegis heima í býnum. Grundleggjandi eri eg føroyingur, men eg kenni meg eins nógv heima í Keypmannahavn og í Los Angeles, sigur tann japanski-amerikanski føroyingurin.
Keypti bumbuflogfør til urframleiðsu
Árini í Keypmannahavn gingu. Christian avgreiddi sítt spesialið og fekk heitið cand.merc.aud., og tá hevði hann hitt konuna Elin Winther Poulsen.
Avgerðin nærkaðist, hvør næsti leikur í lívinum skuldi vera. Føroya Gjaldstova hevði boðið honum starv í Føroyum, men Christian hevði aðrar ætlanir. Mamman hevði byrjað eina lítla fyritøku í Los Angeles, sum framleiddi ur, og tað stóð Christiani í boðið at flyta til Los Angeles at reka fyritøkuna. Hann tók avgerð um at flyta til USA og setti sær sum mál at útbyggja og menna fyritøkuna til altjóða marknaðin.
- Eg hevði sett mær fyri, at eg vildi hava nakrar starvsroyndir uttanlands eftir loknan lestur. Eg hevði sæð so nógv fólk koma av skúlabonki í Danmark og beinleiðis heim í leiðslustørv í Føroyum uttan nakrar arbeiðsroyndir. Tí valdi eg Los Angeles, greiðir Christian frá.
Avgerðin varð tikin um at flyta til USA, og Christian og Elin fóru við tveimum børnum – sum í dag eru vorðin fýra í tali – og átta pappeskjum tvørtur um Atlantshavið.
Christian legði eina langtíðar strategi fyri fyritøkuna. Hann ferðaðist kring knøttin at selja ur til alskyns marglætiskundar, m.a. til sultanin í Oman. Fyritøkan sniðgav og framleiddi eisini serlig ur til amerikanska herin, sum patriotiskir amerikumenn elskaðu. M.a. keypti Christian ein part av einum B52 bumbuflogfari, sum hevur eina serliga tign í amerikanska herinum. Flogfarið varð smeltað um til tilfar, sum fyritøkan kundi framleiða ur fyri, og urið, sum fekk heitið “The Bomber”, gjørdist eitt “brand” í amerikanska herinum.
Christian gjørdi sama nummarið á japanska marknaðinum við einum japanskum flogfari, sum var við til at bumba amerikanska herin í Pearl Harbor á Hawaii í desember 1941, og sum dró USA inn í seinna heimsbardaga.
Og fyritøkan tjenti kassan.
Politiskt dugnaloysi
- Eg helt ongantíð, at eg skuldi heimaftur til Føroya. Men familjan var flutt heim frammanundan, ferðingin ímillum USA og Føroyar vant uppá seg, og eg byrjaði spakuliga at missa hugin.
Soleiðis sigur Christian um avgerðina at flyta heimaftur á klettarnar. Í 2004 vinkaði hann marglætisurunum í LA farvæl og beyð Føroyum góðan dag eftir fimtan ár í útlegd. Eftir hálvt annað ár sum fíggjarstjóri á Shell gjørdi hann bart og keypti seg inn í Com Data og ReproZ, sum endaði við eini samanlegging av fimm KT- og lýsingarfyritøkum. Nýggja samtakið fekk navnið NEMA, og Christian hevði sett hol á eitt nýtt kapittul í lívinum.
- Onkuntíð spyr man seg sjálvan, hvat man ger í Føroyum, tí eg eri føddur til eitt heitt veðurlag og ein gerandisdag, sum gongur við rúkandi ferð. Og tað er ikki júst tað, sum eyðkennir gerandisdagin her heima, sigur Christian við einum smíli.
Men hvussu upplivir Christian Nagata tað føroyska samfelagið eftir seytjan ár í útlegd? Hann drálar aftur eina løtu og setur seg álvarsamur afturá.
- Nú dámar mær nógv betri at tosa um møguleikar og avbjóðingar heldur enn trupulleikar og forðingar. Men um tú sóknast eftir samfelagskritikki, so haldi eg, at føroyingar hava eina oyðileggjandi trongd til at máta og viga hvønn annan eftir familju, átrúnaði og politiskum sjónarmiðum. Eg eri eitt liberalt sinnað menniskja, og eg sakni tann opinleikan og tað tolsemið, sum eyðkennir flestu londini í vesturheiminum, sigur Christian.
Hann vil ikki tosa um politiskan lit, men hann fylgir væl við og ristir mangan við høvdinum eftir tí, sum fer fram á politiska pallinum. T.d. tá politikararnir siga nei til útlendska arbeiðsmegi, hóast vinnulívið skrálar eftir bæði faklærdum og ófaklærdum útlendingum. Ella tá kjakið um fremmandar bókstavir í stavraðnum fyllir meiri enn áleikandi búskaparkreppan. Ella tá politikararnir forbjóða føroyingum at bryggja sterkt, hóast tað er loyvi at keypa og drekka sterkt. Ella tá vit yvirtaka elligamlar danskar lógir og sleppa síðani endanum, hóast bæði danir og restin av heiminum konstant dagføra og endurnýggja alt lógarverkið. Ella tá politiska skipanin ikki vil taka eitt umfatandi kjak um, hvussu tað kann gerast bíligari at flúgva í og úr Føroyum. Eitt mál, sum sambært Christiani er ein tann størsta forðingin fyri at menna tað føroyska samfelagið og byggja brýr ímillum Føroyum og útheimin.
Men áðrenn hann blívur heilt heitur, hálsar hann um og leggur mær eina við, at hann ikki er typan, sum brýggjar seg um at grenja og kritisera ov nógv. Tað, sum hann ikki fær gjørt nakað við, verður lagt til síðis. Og so konsentrerar hann seg um tað, sum hann sjálvur hevur ávirkan á.
- Eg havi livað eftir eini einfaldari meginreglu, sum hevur myndað mítt lív: Ger tað, sum tú dugir og tímir best. Lívið er ov stutt til nakað annað!
Men er tað ikki eitt motto, sum bara sterkir borgarar við nógvum møguleikum kunnu hava?
- Jú, kanska. Men soleiðis havi eg hugsað, tá tær stóru avgerðirnar eru tiknar. Og tað er í seinasta enda tað, sum skapar nøgdsemi.