Tigandi hava vit rullað grót í 30 ár

- Í ringasta føri kann tað henda, at vit missa øll okkara børn í einari vanlukku, sigur borgarstjórin í Fámjins kommunu, Jóanis Lisberg.

Jóanis Lisberg er nýggjur borgarstjóri í Fámjins kommunu. Hann er sumbingur, giftur til Fámjins. Annar abbin var úr Fámjin, og tí eigur borgarstjórin nógvar góðar løtur í bygdini sum smádrongur. Hann hevur arbeitt í alingini hjá Bakkafrost í Trongisvági í stívliga fimm ár og eins og onnur, sum búgva í Fámjin og arbeiða aðrastaðni, veit hann, hvat tað er at koyra um Ørðaskarð á vetrardegi.

 

Jóanis Lisberg dylur ikki fyri, at ein tunnil millum Øravík og Fámjin er eitt av hansara hjartamálum, og hann ætlar ikki at helma í, fyrr enn hesin tunnil antin er komin ella er rættiliga í eygsjón. Fámjin er ein perla og eitt paradís um summarið og í betru tíðini av árinum, men myndugleikarnir skulu ikki gloyma, at í Fámjin býr eisini fólk um veturin, ið hava sama rætt sum onnur til eina trygga farleið.

 

Borgarstjórin heldur, at kanska hava fólk í Fámjin ikki rópt nóg hart hesi árini, tá samferðslan annars er vorðin útbygd. Í staðin fyri tigandi at hava rullað grót, sum ríður oman á vegin, í eini 30 ár, skuldu fólk í Fámjin kanska heldur havt ringt eftir tíðindamiðlunum, so størri fokus hevði verið á teimum umstøðum, sum fólkið í bygdini livir undir, tá stormur og hálka gera um seg.

 

Jóanis Lisberg er onga løtu í iva um, at fær Fámjin ikki tunnil innan heilt fá ár, doyr bygdin út. Í bygdini búgva stívliga 80 fólk, og tað er ikki at taka munnin ov fullan at siga, at bygdin rættiliga er komin á gravarbakkan. Borgarstjórin hevur snakkað við nógvar politikarar um umstøðurnar, og hann ætlar ikki at helma í, fyrr enn myndugleikarnir skilja álvaran.

 

- Tað gongur slett ikki, at ein tunnil til Fámjins verður lagdur í nakran karm, har vit koma at liggja aftarlaga í einari ella aðrari røð. Tað hava vit slett ikki stundir til, um fólkið ikki skal flyta burtur, sigur borgarstjórin, sum sjálvur var í skúlabussinum, sum í fyrra helmingi av áttatiárunum í vindi og hálku fór út av Sumbiarvegnum og bóltaði fleiri ferðir runt oman gjøgnum lendið.

 

Jóanis Lisberg vísir á, at bæði hann sjálvur og beiggi hansara vóru í skúlabussinum henda túrin, og tey vóru 17 fólk tilsamans, um hann minnist rætt. Tað var bara eitt guds undur, at eingin fekk álvarsligan skaða, og ein stóran part av heiðurinum fyri tað eigur royndi bussførarin sjálvur.

 

Borgarstjórin og kona hansara eiga trý børn, sum ganga í skúla í Tvøroyrar kommunu, og tá teir ringu vetrardagarnir eru, er veruligur ótti á foreldrunum, sum noyðast at lata børnini av bygdini.

 

- Í ringasta føri kann tað henda, at vit missa øll okkara børn í einari vanlukku, tí farleiðin um Ørðaskarð í vindi og hálku er alt annað enn tíðarhóskandi. Vit vilja ikki longur spæla við lívið hjá okkara borgarum, og hetta noyðast myndugleikarnir at taka til eftirtektar, leggur Jóanis Lisberg dent á.