MVG-hækkanin fer ikki at geva meirinntøku í landskassan

Bilasølufelagið heldur fast við, at lógarbroytingin, sum hækkar MVG-avgjaldið á sølu av leigubilum, ikki fer at geva landskassanum ta væntaðu meirinntøkuna á 15 mió. kr., sum Fíggjarmálaráðið hevur mett fyri komandi ár.

Tíðindaskriv, Bilasølufelagið:

 

Tí at fyritreytirnar hjá FMR eru skeivar og viðføra, at færri bilar vera seldar. Hetta er sama feilmeting, sum FMR gjørdi í 2023 og 2024.

 

Fleiri avgjøld merkja ikki fleiri inntøkur

Orsøkin er einfald: Við hækkandi avgjøldum gerast bilarnir ov dýrir at selja í Føroyum, og tí mugu bilarnir seljast uttanlands aftaná, at teir hava verið nýttir sum leigubilar í Føroyum. Færri bilar verða seldir, og tí verður eisini færri innheintað í avgjøldum.

 

Hetta er somuleiðis staðfest í royndum við undanfarnu lógarbroytingum, har meirinntøkan, sum var mett, ikki hevur staðið mát við veruleikan.

 

Tvey dømi vísa sama mynstrið

 


2023 – Avgjaldshækkan av hybrid-akførum

 

 

“Mett verður, at árligu meirinntøkurnar við avgjaldshækkingini fyri hybridakfør (HEV og PHEV) verða alt annað líka 32 mió. kr.”

 

  • Veruleikin: Minni innkomið eftir broytingina, enn árini áðrenn.

 

2024 – Avgjaldshækkan av elbilum

 

 

“Metingin hjá Fíggjarmálaráðnum er, at samlaða meirinntøkan av uppskotinum er um 25 mió. kr. í 2024.”

 

  • Veruleikin: Sølan av elbilum fall, og inntøkan frá avgjøldum minkaði.

 

Sí graf og talvu við tølum um virðisgjøld frá Akstovuni:

 

ÁrVirðisgjøld
2022105.445.885 kr.
202377.331.135 kr.
202464.642.604 kr.

 

##med2##

 

Bilasølufelagið: Fíggingin heldur ikki í veruleikanum

Bilasølufelagið vil gera greitt, at tær 15 mió. kr., sum Fíggjarmálaráðið væntar at fáa inn frá MVG-lógarbroytingini fyri víðari sølu av leigubilum, ikki halda í praksis.

 

Fíggjarmálaráðið grundar broytingina á, at hendan inntøkan skal fíggja MVG-frítøku av grønmeti.

 

Uttan at taka støðu til MVG-frítøkuna av grønmeti, vil Bilasølufelagið undirstrika, at fíggingin ikki kemur frá MVG-broytingini í leigubilalógini, tí at tann inntøkan hvørvur í manglandi virðisgjøldum.

 

Tá ið leigubilarnir gerast ov dýrir at selja í Føroyum, flytist sølan út um landoddarnar – og harvið fær landskassin hvørki MVG ella avgjøld.

 

Bilasølufelagið mælir til, at uppskotið til broytingar í lógini um meirvirðisgjald verður broytt soleiðis, at broytingarnar til § 10, stk. 2 um leigubilar, ikki verður við í lógaruppskotinum.