Leiðarar í einari røð av evropeiskum londum, har ímillum Ukraina, stuðla í einari felags útsøgn ynskinum hjá amerikanska forsetanum um, at krígsatgerðirnar í Ukraina skulu steðga í stundini.
- Eisini Stórabretland, Týskland, Italia, Pólland, Danmark, Finnland, Frakland og ES eru við í felags útsøgnini, veit tíðindamiðilin, Sky News, at siga.
Leiðarar í hesum londum halda - eins og Donald Trump, forseti í USA - at dagsins hermót eigur at verða grundarlagið undir friðarsamráðingunum millum Russland og Ukraina.
- Vit eru øll samd um ynskið um ein rættvísan og varandi frið, soleiðis sum ukrainska fólkið hevur tað uppiborið, verður sambært Sky News sagt í felags útsøgnini.
Leiðararnir leggja dent á, at teir framhaldandi standa fast við grundregluna um, at altjóða mørk skulu ikki flytast við hermegi.
- Russiski útsetingartaktikkurin hevur aftur og aftur víst, at Ukraina er einasti parturin, sum tekur friðarynskið í álvara. Vit síggja øll, at Putin heldur fram við valdi og oyðilegging, siga leiðararnir.
Og sambært Sky News verður lagt aftrat:
- Vit eru greið yvir, at Ukraina noyðist at verða í sínari best møguilgu støðu - fyri, undir og eftir vápnahvíldina. Vit mugu veksa um búskaparliga trýstið og trýstið á verjuídnaðin hjá Russlandi, til Putin er til reiðar til frið.
Londini, sum eru saman um hesar útsagnir, arbeiða eisini við tiltøkum, sum hava til endamáls at brúka frystar russiskar ognir á bestan hátt fyri at stuðla Ukraina.
At enda veit Sky News at siga, at londini, sum eru við í felags útsøgnini, fara at hittast í London fríggjadagin í hesi vikuni.