Góða elskaða mamma
”Giv mig en blomst mens jeg lever”. Ja, nú er hendan rósan følnað. Tungt er at seta seg niður at skriva hesa seinastu heilsan til tín góða mamma.
Nú jólini nærkast og tað er liðið næstan eitt ár síðani tú fórt herfrá, ger tað tað ikki lættari. Nógvir tankar mala runt í høvdinum, og nógvar kenslur eru við. Allan desember mánaða í fjør vart tú úti hjá okkum. Tað angaði av nýbakaðum smákøkum, og hóast tú vart so sjúk og veik og hevði ringan matarlyst, royndi tú at smakka tær kortini. Jólaaftan í fjør vóru vit øll saman við tær inni á Toftum, og tú vart sera glað fyri hettar kvøld, sum vit koma at goyma í okkara hjørtum.
Eg eri yngst av 4 systkjum. Mamma, tú tosaði ofta um tann vakra november dagin í 1967, tá tú væntaði at eiga eitt barn, men fekst tvær gentur. Soleiðis gjørdist eg títt størsta yvirraskilsi í lívinum. Men føldi meg vælkomna frá fyrsta degi.
Eri sera takksom fyri mamma, allar tær ferðir eg havi kunnað heitt á teg um at hjálpa mær og mínum børnum. Tú vart altíð klár at hjálpa, og tín favnur var altíð opin fyri okkum. Fyrst bara fyri mær og børnunum, men seinni eisini fyri Hannisi.
Á Hvítusunnu í fjør vóru vit ein túr í Íslandi saman við tær og Marjun. Hetta var tín fyrsti túrur við Norrønu, og tín fyrsti túrur í Íslandi. Túrurin var eitt stórt upplivilsi fyri okkum øll, ikki minst fyri teg góða mamma. Tú tosaði um túrin alt summarið.
Í dag eri eg sera fegin um, at eg var við tær til allar kanningar, og at eg sat hjá tær undir sjúkraleguni, ofta bæði dag og nátt. Mamma, úti á Landssjúkrahúsinum høvdu vit nógvar og langar samrøður. Vit komu sera tætt at hvørji aðrari hettar tíðarskeiðið, og eg lærdi teg at kenna uppá ein annan máta.
Við hesum orðum vil eg takka tær fyri alt góða mamma, sum tú hevur verið fyri okkum. Vit koma aldrin at gloyma teg, men goyma teg í okkara hjørtum.
Vit kunnu passandi siga tær farvæl elskaða mamma, vermamma og omma við fyrsta ørindinum av sanginum, sum Erik og Linda spældu á klarinett fyri fullsettari kirkju til tína jarðarferð:
Føgur er foldin,
Dýrdarríkur himin
Sæl er sálanna jorsalferð
Um allan heimin
Um allar ævir,
Tað syngjandi at himni ber.
-----------
Katy Knudsdóttir Mortensen