Nú um dagarnar kom út nýggjur myndakalendari - og hetta fekk meg at hugsa, at tað er løgið, at føroyingar ongantíð læra av sínum feilum.
Vit mugu vera býttasta fólk á hesi jørð - tí fornuftin kemur ongantíð inn í okkara skalla - hvussu víkir og vendir.
Fyri nøkrum árum síðan høvdu vit myndabløð.
Fyrst kom Eygað - og tað gekk jú strálandi - fólk keyptu hettar blað.
So kom Nú - so kom Magn - so kom Kolon - so kom Vikan.
Um raðfylgjan er heilt røtt, minnist eg ikki í dag.
Og hvat hendi? Jú, ongin kundi klára seg - tí vit eru hóast alt so fá, at so nógv bløð kundu klára seg. Tað er marknaðurin alt ov lítil til.
Vit kláraðu tað. Onki myndablað.
Vit høvdu eitt Sjóklædnavirki í Klaksvík. Maðurin hevði arbeitt hetta virkið upp í gjøgnum mong ár - til hann at enda hevði fingið so nógv at gera, at hann víðkaði virkið hjá sær.
Men hvat hendir? Jú hettar sóu føroyingar - og so øll at seyma klæðir. Tað bleiv seymað klæðir í næstan hvørjum kjallara í Klaksvík og í Havn.
Úrslitið? Ongin kundi klára seg - og alt fór á heysin.
Síggja føroyingar at nakað ber seg - ja, so skulu allir til at gera tað - og endan kenna vit øll. Men læra vit? Nei.
At ein maður hevur givið út ein myndakalendara í 18 ár, kundi týtt uppá, at tað ber seg. Og so skulu fleiri gera tað.
Úrslitið? At vit hava ongan myndakalendara. Hann hevur verið hentur - bæði til sín sjálvan - men kanska mest til vinir og kenningar, uttanlanda.
Fíggjarmálaráðharrin og landsbankastjórin rópa nú varskó. Vit eru á veg aftur í 80-ini.
Men hvar eru fíggjarstovnarnir í hesum spæli? - Eiga teir ikki at síggja skriftina á vegginum - og ikki bara hugsa um dagin í dag? Tí virksemi skal jú fíggjast - og hvønn fara menn til - jú, til fíggjarstovnarnir - men hava teir lært nakað av 80-unum? Nei.
Gut viti, hvussu tað verður, tá ið oljan fer at renna úr hvørjum køkskrana í Føroyum.
Men at gera eina íløgu, ið er nakað fyri framtíðina - og tað kostar nakað nú - beint nú - ja, tað siga okkara »klóku« politikkarar nei til.
Eg hugsi her um undirsjóartunnilin undir Vestmannasundi - fíggjaður við bummpengum - nei tað má ikki gerast. Tí hugsa sær um tað var ein fornuftig íløga. Og tað má jú ikki henda í Føroyum.
Soleiðis kundi tú hildið áfram - men eg gevist nú.
Ein spurning afturat.
Hví setir Ferðaráð Føroya ikki í sín faldara, at her býr verðins býttasta fólk?
So kundu vit kanska fingið fólk úr Kaukasus og Honolulu henda veg, tí tað má verða nokk so stuttligt at síggja slíkt fólkaslag - og so høvdu vit fingið pengar burturúr tí.
Áh - eg veit - tað má jú ikki henda.