Oyggjaleikir
Tað vóru svimjararnir og bogaskjúttarnir, sum drógu stóra hálið, tá føroysku heiðursmerkini skuldu teljast upp. Í samlaða yvirlitinum vóru Føroyar eitt skifti á odda, men hósdagin smoygdi Jersey seg framum, og fríggajdagin løgdu tey veruliga sjógv ímillum, soleiðis at teir at enda vóru rættiliga sannførandi sum sterkasta landið á oyggjaleikunum.
Men úr einum føroyskum sjónarhorni var talan um serstakliga væleydnaða luttøku. Ikki færri enn 24 ferðir veittraði Merkið ovast, tá gullmerki skuldu latast, og tað eru nógv fleiri, enn vit nakran tíð hava roynt áður.
Í samlaða yvirlitinum gjørdist heiðursmerkjabýtið hetta:
Nr Land G S B
1 Jersey 30 35 27
2 Føroyar 24 19 12
3 Guernsey 23 23 29
4 Gotland 23 21 10
5 Rhodos 22 14 16
6 Isle of Man 11 15 26
7 Menorca 11 9 10
8 Cayman Islands 11 7 5
9 Bermuda 8 13 15
10 Áland 7 8 10