Tað byrjaði í 1997. Tá sat 15 ára gamli unglingin, Trond Bratland Erichsen, heima í Sørfold í Noregi saman við abba sínum og hugdi í sjónvarp. Teir hugdu eftir eini sending um tveir dreingir, sum høvdu luttikið í einari rógvikapping - um Atlantshavið.
Eftir hesa sending setti Trond sær fyri, at hetta fór hann einaferð at gera. Hann fór í neystið, flotaði bátin og byrjaði at venja.
Júst 15 ár seinni sótu hann og Emil Eide Eriksen í bátinum, sum teir loystu á Kanarisku oyggjunum, og málið var havnabýurin, Port St. Charles, á Barbados - 4.500 kilometrar burturi.
Í hugaheiminum hjá teimum vóru ivaleyst Nansen, Amundsen og Heyerdahl, og nú vildu teir fylgja í teirra fótasporum.
Nú er eitt ár liðið, síðan Trond Bratland Erichsen og Emil Eide Eriksen stigu upp úr bátinum "Njord" á Barbados. Eftir sita teir báðir við einum hópi av minnum og upplivingum frá hesi ferð.
- Hetta hevur verið eitt fantastiskt ár at líta aftur á, sigur Trond.
Tað vóru nógvir truplir dagar ávegis um Atlantarhavið. Aldurnar komu heilt upp í 20 metra hædd, og báturin var einans 6,9 metrar langur, 1,9 metrar breiður, men serbygdur til at tola tær ógvusligu náttúrukreftirnar.
- Bara tað at lata sær av vatninum kundi vera vandamikið í stóru aldunum. Tí máttu vit lata vatnið í fløsku. Fyrstu ferðirnar, eg skuldi lata mær av vatninum, eftir at vit vóru komnir til Barbados, leitaði eg eftir fløskuni í eitt bil, sigur hann brosandi.
Longu fimmta dagin á ferðir av Kanarisku oyggjunum kundi gingið heilt galið hjá norðmonnunum.
Tað er nógvur vindur, og satelittelefonin ringir. Tað eru teir, sum skipa fyri á landi, og sum hava sæð, hvar rógvararnir eru staddir.
Trupulleikin var, at nú vóru teir á veg yvir vulkanina El Hier, sum var virkin um hetta mundið. Vindurin var tá so nógvur, at teir høvdu ongan møguleika at halda seg burtur av leiðini, tí teir megnaðu tað snøgt sagt ikki.
Uttan at kunna gera nakað, fóru Trond Bratland Erichsen og Emil Eide Eriksen beint yvir vulkanina í bátinum.
- Bæði dagin fyri, at vit komu yvir vulkanina og dagin eftir, kom lava upp úr sjónum, men vit vóru hepnir, sigur Trond Bratland Erichsen, sum veit nógvar søgur at siga um minniliga túrin um Atlantshavið, ið tók teimum 59 samdøgur.
Tað er norska heimasíðan www.nordlys.no sum hevur tosað við norðmannin um hendingarríku ferðina um Atlantshavið.