handara stólpa til Árna, staðfesti 4-0 sigurin. Lítla løtu eftir, at KÍ hevði økt um munin til 3-0 hevði B68 heilt stóran møguleika at minka um munin, men Steffan A. Løkin, sum ikki var heilt í javnvág [...] toftamenn sjálvir, sum settu hol á, tá ið vongverjin í høgru, Tonni J. Thomsen, var óheppin við bringuni at temja bóltin framvið nýggja B68 málverjanum, Erlend Jacobsen, og í málið. Tað var longu í áttanda minutti
– Í øðrum kamarinum í Kongressini, Senatinum, stendur býtið av plássum eftir valið 3. novekber til at gerast 50-48 til Republikanararnar. Einasti máti, sum Demokratarnir nú kunnu fáa validð í Senastinum [...] báðum valunum í Georgia fingu hvørki Demokratarnir ella Republikanararnir neyðugu 50 prosentini fyri at vinna í fyrra valumfari. – Tí skulu ávikavist demokratiski Jon Ossoff og republikanski David Perdue [...] Valið millum Raphael Warnock og Kelly Loeffler er eitt sokallað suppleringsval, sum verður hildið, tí at republikanarin Johnny Isakson, sum vann í 2016, hevur lagt frá sær av heilsuáum. Keldur: AP, Ritzau
í eini nýggjari frágreiðing. Men aftur fyri skylda føroyingar minni enn danskarar, samstundis sum at vit eiga størri virði í sethúsum og bilum enn donsk húski eiga. Harafturat hava føroyingar í miðal [...] Hetta er úrslitið, nú Landsbankin hevur mett um ogn og skuld hjá húskjum í Føroyum í 2018. Endamálið er at kanna, hvussu skuldarbundin vit eru aftur ímóti teirri inntøku vit hava, og hvussu stór ogn og skuld [...] eiga húskini í Føroyum eina ogn, ið er næstan 6,5 ferðir størri enn tøka inntøkan er. Tað vil siga, at fíggjarliga ognin, saman við virðinum á sethúsi, bili og báti, hjá øllum føroyskum húskjum tilsamans
Forsetin í Argentina, Alberto Fernandez, hevur lýst landasorg í tríggjar dagar, eftir at Diego Maradona doyði í gjár 60 ára gamal av einum hjartatilburði. - Diego Maradona var Argentina úti í heimi. Hann [...] sum í 1986 vann Argentina HM-gull í Meksiko. Myndirnar av bóltsnillinginum, sum knýtir nevan eftir at hava skorað og kyssur HM-steypið, eru víðagitnar. Tað eru gølurnar eisini. Um ein dystur skal lýsa [...] HM-gull og tvær HM-finalur, fór hann úr Napoli sum Diego Maradona, fótbóltsspælarin, ið ikki kláraði at rúma øllum tí, ið heimurin vildi geva honum. Hann spældi aftur til HM í 1994, men enn ein dómur fyri
pengum eftir fólkatalinum. Tað vísir ein uppgerð hjá hagstovuni fyri í fjør. Uppgerðin vísir eisini, at tær minstu kommunurnr eru eisini tær, sum hava tær minstu útreiðslurnar fyri hvønn íbúgva. Verður allar [...] kommunurnar sum leggja mest til síðis fyri hvønn íbúgva. Hinvegin hava tær størri kommunurnar lyndi til at brúka meiri pengar enn tær hava í innøku av skatti. Í Tórshavnar Kommunu eru inntøkurnar av kommunuskatti [...] inntøkuna av skatti fyri hvønn íbúgva, men hon hevur eisini tær hægstu útreiðslurnar. Trýst HER fyri at síggja tað fullfíggjaða yvirlitið yvir, hvussu nógv, hvør kommuna brúkar fyri hvønn íbúgva, afturímóti
Skráin sigur, at tað í dag eru fýra dystir í næstbestu deildini. Tann fyrsti er tann á Sandi, har B71 hevur vitjan av teimum næstbestu hjá B36. Har er hálvleiksstøðan 2-0 til B71. Tijani Mohammed skoraði [...] hittast á Svangaskarði, men tann dysturin verður ikki spældur ídag. Hann er útsettur. Orsøkin er tann, at spælarar í B68 og 07 Vestur eru upptiknir á U-21 landsliðnum. Hóskvøldið tapti U-21 landsliðið 2-0 [...] úrslitið í uppgerðini á Svangaskarð verða rættiliga avgerandi fyri, hvat av hesum liðunum heilt víst fer at flyta upp í bestu deildina. Enn er tað ikki avgjørt, nær dysturin á Svangaskarði millum B68 og 07 Vestur
Franska stjórnin hevur í dag gjørt av aftur at lýsa nationala heilsukreppu. Í eini sjónvarpssamrøðu boðar Emmanuel Macron forseti frá, at tað frá leygardegnum at rokna aftur verður sett í gildi útgonguforboð
BSF, Judosamband Føroya og Borðtennissambandið. Í badmintonfinalunum vóru fleiri heilt nýggj andlit at síggja, men í finalunum í einmansleiki hjá bæði kvinnum og monnum komu royndirnar vinnarunum til góða [...] føroyameistarar í einmansleiki Hjá kvinnunum gjørdist Gunnvá K. Jacobsen (HBF) føroyameistari eftir at hava vunnið eina spennandi finalu í trimum settum ímóti Miriam í Grótinum (HBF), sum sostatt fekk silvur [...] ##med4## Miriam og Rúni vunnu í blandaðum tvímansleiki Tað var í eini spennandi finalu í trimum settum, at Miriam í Grótinum og Rúni Øster frá HBF vunnu á Gunnva K. Jacobsen og Magnus Dal-Christiansen, HBF
Salmundur Bech uppleggið. Hetta var fyrsta ferðin, at 18 ára gamli Fríði Holm var millum málskjúttarnar á liðnum hjá FC Suðuroy í næstbestu deildini. Tølini siga, at heimaliðið hevði væl fleiri vandamiklar støður [...] FC Suðuroy riggar til at fara suður aftur um Suðuroyarfjørð. Í dag hava suðuroyingarnir verið í Gundadali, har teir í kavaælingum spældu ímóti sera væl mannaðum HB liði. Millum teir fyrstu ellivu hjá HB
dystin á rað. Í dag tapti Tønder á heimavølli 27-28 fyri Vendsyssel. Tað var serliga í fyrra hálvleiki, at illa gekk í hond. Í steðginum var Vendsyssel á odda 16-12. Teis Horn Rasmussen skoraði eitt mál fyri [...] deildunum, og tí verður eingin niðurflyting úr næstbestu deildini, so Teis og liðfelagarnir sleppa undan at spæla upp- og niðurflytingardystir. Komandi leygardag endar Tønder kappingarárið á útivølli móti Odense [...] næstaftast í deildini. Í morgin klokkan 14 kunnu Rókur Akralíð og liðfelagarnir í HEI Skæring syrgja fyri, at Brandur Halgirsson og liðfelagarnir í Ajax tryggja sær triðja plássið. Tá kemur HC Midtjylland á vitjan