Føroyingar skylda minni og eiga meiri

Landsbankin hevur roknað út, hvussu nógv føroyingar skylda, og eiga í bankanum

 

Danskarar hava eina nogv hægri eftirlønaruppsparing, enn føroyingar. Tað staðfestur Landsbankin í eini nýggjari frágreiðing. Men aftur fyri skylda føroyingar minni enn danskarar, samstundis sum at vit eiga størri virði í sethúsum og bilum enn donsk húski eiga. Harafturat hava føroyingar í miðal meira pening standandi á bók, enn danskarar hava.

Hetta er úrslitið, nú Landsbankin hevur mett um ogn og skuld hjá húskjum í Føroyum í 2018. Endamálið er at kanna, hvussu skuldarbundin vit eru aftur ímóti teirri inntøku vit hava, og hvussu stór ogn og skuld er hjá føroyingum, samanborið við onnur lond.

Føroysk húski eiga fíggjarligar ognir fyri næstan 16 milliardir, men harumframt kemur eftirlønaruppsparingin. Samstundis eiga føroyingar sethús, bilar og bátar, og aðrar ognir.

Tilsamans eiga húskini í Føroyum eina ogn, ið er næstan 6,5 ferðir størri enn tøka inntøkan er. Tað vil siga, at fíggjarliga ognin, saman við virðinum á sethúsi, bili og báti, hjá øllum føroyskum húskjum tilsamans, er 6,5 ferðir so stór sum inntøkan er - eftir skatt.

– Hetta er tað, sum føroysk húskir eiga av bruttoogn, áðrenn skuldin hjá føroyingum verður trekt frá.

Vit árslok 2028 høvdu føroyingar eina skuld upp á umleið 11,7 milliardir – Føroyingar hava í miðal lægri skuld, enn bæði danir og íslendingar. Tilsamans er skuldin hjá føroysku húskjunum 1,36 ferðir størri enn tøka inntøkan er, og tað er beint yvir miðal í OECD londunum.

 

##med2##

Myndin vísir skuldina hjá húskjum í ymsum londum í 2018. Skuldin er sett upp sum prosentpartur av lønini  

Hjá danskarum er skuldin 2,81 ferðir størri enn tann tøka inntøkan er, og hjá íslendingum er hon 2,26 ferðir størri enn inntøkan er.

Tá ið skuldin verður drigin frá, er nettoognin, hjá húskjunum í Føroyum fimm ferðir so stór sum inntøkan er – eftir skatt.

Hjá húskjum í Danmark er nettoognin 5,2 ferður størri enn inntøkan er, og hjá íslendingum er hon 5,5 ferðir størri.