Tað eru tær stóru kommunurnar kring landið, sum brúka mest av pengum eftir fólkatalinum. Tað vísir ein uppgerð hjá hagstovuni fyri í fjør. Uppgerðin vísir eisini, at tær minstu kommunurnr eru eisini tær, sum hava tær minstu útreiðslurnar fyri hvønn íbúgva.
Verður allar kommunurnar tiknar undir einum, var nýtslan í fjør størri enn inntøkurnar av skatti. Í miðal er inntøkan av kommunuskatti 50.000 krónur fyri hvønn íbúgva, men í miðal brúka kommunurnar 53.000 krónur fyri hvønn íbúgva.
Twð eru nakrar kommunur, sum skilja seg burtur úr tí tær brúka nógv minni av pengum fyri hvønn íbúgva, enn tær hava í inntøku. Á Viðareiði er inntøkan av kommunuskatti, 57.000 krónur fyri hvønn íbúgva, men útreiðslurnar eru 45.000 krónur fyri hvønn íbúgva. Í Hvannasundi er myndin tann sama, tí har er inntøkan 52.000 krónur fyri hvønn íbúgva, men útreiðslurnar eru 38.000 krónur fyri hvønn íbúgva og í Kunoy er støðan akkurát tann sama, sum í Hvannasundi.
Hetta eru eisini tær kommunurnar sum leggja mest til síðis fyri hvønn íbúgva.
Hinvegin hava tær størri kommunurnar lyndi til at brúka meiri pengar enn tær hava í innøku av skatti.
Í Tórshavnar Kommunu eru inntøkurnar av kommunuskatti 48.000 krónur fyri hvønn íbúgva, men útreiðslurnar eru 53.000 krónur. Í Sjóvar Kommunu eru inntøkurnar 51.000 krónuir, men útreiðslurnar eru 60.000 krónur og á Tvøroyri eru inntøkurnar 48.000 krónur fyri hvønn íbúgva, men útreiðslurnar eru 60.000 krónur.
Tað er serliga ein kommuna, sum skilur seg burtur úr, er Fuglafjarðar Kommuna, har inntøkurnar av kommunuskatti, eru 63.000 krónur fyri hvønn íbúgva, men afturfyri eru útreiðslurnar 74.000 krónur. Sostatt er Fuglafjarðar Kommuna tann kommunan í landinum, sum hevði hægstu inntøkuna av skatti fyri hvønn íbúgva, men hon hevur eisini tær hægstu útreiðslurnar.
Trýst HER fyri at síggja tað fullfíggjaða yvirlitið yvir, hvussu nógv, hvør kommuna brúkar fyri hvønn íbúgva, afturímóti teimum inntøkum, tær hava











