Franska stjórnin hevur í dag gjørt av aftur at lýsa nationala heilsukreppu. Í eini sjónvarpssamrøðu boðar Emmanuel Macron forseti frá, at tað frá leygardegnum at rokna aftur verður sett í gildi útgonguforboð í høvuðsstaðnum París og átta øðrum stórbýum.
Herðingarnar av tiltøkunum koma, nú 9.100 koronasjúklingar eru innlagdir á fronskum sjúkrahúsum. Tað er hægsta tal síðani síðst í juni.
Síðani fyrst í árinum eru 33.000 fólk deyð við koronuvirus í Frankaríki. Frankaríki er níggjunda land í heiminum, sum rundar hetta talið av deyðum.
Hyggja vit eftir deyðstalinum í mun til talið av íbúgvum er Frankaríki nummar 16 á listanum yvir lond við fólkatali upp á meira enn eina millión.
Her er listin yvir koronaandlátum í mun til talið av íbúgvum við hægstu deyðstølum. Í klombrum sæst íbúgvatalið.
1. Peru 104,5 deyð fyri hvørjar 100.000 íbúgvar (tilsamans 32,0 milliónir íbúgvar).
2. Belgia 89,7 (11,4 milliónir).
3. Bolivia 73,6 (11,4 milliónir).
4. Brasilia 72,1 (209,5 milliónir).
5. Evador 71,6 (17,1 milliónir).
6. Kilei71,5 (18,7 milliónir).
7. Spania 71,1 (46,7 milliónir).
8. Mexico 66,9 (126,2 milliónir).
9. USA 65,7 (327,2 milliónir).
10. Bretland 64,6 (66,5 milliónir).
12. Italia 60,0 (60,4 milliónir).
13. Svøríki 57,9 (10,2 milliónir).
16. Frankaríki 48,6 (67,0 milliónir).
21. Iran 35,5 (81,8 milliónir).
28. Kanada 26,2 (37,1 milliónir).
30. Sveis 25,0 (8,5 milliónir).
42. Russland 15,8 (144,5 milliónir).
48. Týskland 11,7 (82,9 milliónir).
49. Danmark 11,6 (5,8 milliónir).
* Tað kann vera munur á, hvussu londini gera tølini upp, tí skulu samanberingarnar takast við fyrivarni.
* Lítil lond eru sorterað frá. Listin er bert við londum sum hava fleiri enn eina millión íbúgvar – og tí telja Grønland og Føroyar upp í donsku tølini (!!!)
* Tað er Johns Hopkins University, sum hevur gjørt tølini upp á hendan 14. oktober.
Keldur: Statista.com.
/ritzau/