Tað var toppur og botnur á Svangaskarði

Við trivaligum 4-0 sigri setti KÍ seg á toppin, og uppflytararnir í B68 eru aftast

KÍ var stórfavorittur, og KÍ vann á Svangaskarði 4-0 ímóti uppflytaranum B68.

Hóast tað eru nógvir nýggir spælarar í Klaksvík, so vóru tað ikki fleiri enn tveir nýggir spælarar millum teir fyrstu ellivu í dag, tá ið sammett verður við liðið, sum spældi í fjør.

Annar teirra var Árni Frederiksberg, ið var sera væl upplagdur í framrættaðari ódn í vinstru, og hin var Claes Kronberg, sum var á miðvøllinum. Deni Pavlovic, sum í fjør var ofta á miðvøllinum, og sum annars hevur verið miðverji, var í dag vongverji í vinstru.

KÍ hevði leikliga yvirvág alla tíðina, og KÍ myndaði nógvar málmøguleikar. Men tað vóru toftamenn sjálvir, sum settu hol á, tá ið vongverjin í høgru, Tonni J. Thomsen, var óheppin við bringuni at temja bóltin framvið nýggja B68 málverjanum, Erlend Jacobsen, og í málið.

Tað var longu í áttanda minutti, og átta minuttir undan steðginum økti Jóannes Bjartalíð um munin til 2-0, tá ið KÍ vann bóltin av heimaliðnum, og Jóannes smekkaði til úr 14 metrum.

Tríggjar minuttir eftir steðgin skoraði Heini Vatnsdal. Uppleggið átti Árni Frederiksberg, og hann átti eisni uppleggið eitt sindur úr høgru, tá ið Páll A. Klettskarð eftir innlegg úr vinstru og yvir um handara stólpa til Árna, staðfesti 4-0 sigurin.

Lítla løtu eftir, at KÍ hevði økt um munin til 3-0 hevði B68 heilt stóran møguleika at minka um munin, men Steffan A. Løkin, sum ikki var heilt í javnvág, sendi bóltin í tvørtræið og ikki í tóma málið.

 

B68 – KÍ 0-4 (0-2)

0-1: sjálvmál 8.

0-2: Jóannes Bjartalíð 37.

0-3: Heini Vatnsdal 50.

0-4: Páll A. Klettskarð 57.

Dómari: Rúni Olsen

B68: Erlend Jacobsen – Tonni J. Thomsen,  Aleksander Ó. Jensen, 8, Leivur Højgaard – Áki  Johannesen, Esmar Clementsen, Bárður Ó. Jenssen, Andri Benjaminsen – Lukasz Cieslewicz, Steffan A. Løkin

KÍ: Kristian Joensen – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Deni Pavlovic ­– Jákup B. Andreasen, Jóannes Bjartalíð, Claes Philip Kronberg – Boris Dosljak, Páll A. Klettskarð, Árni Frederiksberg