Tvey føroyingalið í næstbestu donsku hondbóltsdeildini spældu í dag, og bæði liðini taptu sínar dystir.
Rói Berg Hansen og liðfelagarnir í HØJ mistu seinasta uppflytingarmøguleikan tá teir á útivølli taptu 27-30 fyri Team Sydhavsøerne.
Í fyrra hálvleiki gekk sum eftir ánni hjá HØJ, ið var á odda 18-13, men í seinna hálvleiki steðgaði fullkomuliga upp hjá HØJ sum tapti seinna hálvleik 9-17.
Rói Berg Hansen skoraði tvey mál fyri HØJ í dag. Komandi leygardag spælir HØJ seinasta dystin á heimavølli hetta kappingarárið. Tá kemur Skive á vitjan.
HØJ hevur fýra stig upp til Ajax Keypmannahavn, ið er á triðja plássinum við 35 stigum. Bæði liðini hava bara ein dyst eftir, og kann HØJ tí ikki longur røkka triðja plássinum, ið gevur upp- og niðurflytingardystir móti einum liði úr bestu deildini.
Teis Horn Rasmussen og liðfelagarnir í Tønder taptu í dag fimta dystin á rað. Í dag tapti Tønder á heimavølli 27-28 fyri Vendsyssel. Tað var serliga í fyrra hálvleiki, at illa gekk í hond. Í steðginum var Vendsyssel á odda 16-12.
Teis Horn Rasmussen skoraði eitt mál fyri Tønder í dag. Eingin kapping er í triðbestu deildini og í teimum lægru deildunum, og tí verður eingin niðurflyting úr næstbestu deildini, so Teis og liðfelagarnir sleppa undan at spæla upp- og niðurflytingardystir.
Komandi leygardag endar Tønder kappingarárið á útivølli móti Odense, ið liggur næstaftast í deildini.
Í morgin klokkan 14 kunnu Rókur Akralíð og liðfelagarnir í HEI Skæring syrgja fyri, at Brandur Halgirsson og liðfelagarnir í Ajax tryggja sær triðja plássið. Tá kemur HC Midtjylland á vitjan. Um HEI Skæring vinnur er Midtjylland úti av kappingini um triðja plássið.
Støðan:
Nr | Lið: | Dystir | Stig |
1 | Nordsjælland | 25 | 45 |
2 | Skive fH | 25 | 40 |
3 | Ajax | 25 | 35 |
4 | HC Midtjylland | 24 | 32 |
5 | HØJ | 25 | 31 |
6 | Sydhavsøerne | 25 | 26 |
7 | Otterup HK | 25 | 25 |
8 | Grindsted | 25 | 25 |
9 | IK Skovbakken | 25 | 25 |
10 | HEI Skæring | 24 | 21 |
11 | Tønder | 25 | 15 |
12 | Vendsyssel | 25 | 12 |
13 | HC Odense | 25 | 11 |
14 | SUS Nyborg | 25 | 5 |