Áki og Fríði vóru tvífaldir málskjúttar

1. DEILD: HB vann í sól og kavaælingum 4-2 í Gundadali ímóti FC Suðuroy

FC Suðuroy riggar til at fara suður aftur um Suðuroyarfjørð. Í dag hava suðuroyingarnir verið í Gundadali, har teir í kavaælingum spældu ímóti sera væl mannaðum HB liði.

Millum teir fyrstu ellivu hjá HB vóru Pætur J. Petersen, sum hevur verið skaddur higartil í ár, og Michal Przybylski. Einki mál varð skorað í fyrra hálvleiki. Í seinna hálvleiki vórðu seks mál skorað, og HB vann 4-2.

Pætur J. Petersen, Samuel Johansen Chukwudi og Michal Przybylski vóru bara á vøllinum í fyrra hálvleiki. Beinanvegin eftir steðgin vórðu Stefan Radosavljevic og Áki Debes Samuelsen skiftir inn saman við Paula Magnussen, og tá vórðu málini skorað.

Fimm minuttir eftir steðgin setti Áki Debes Samuelsen hol á, og fýra minuttir seinni økti Eliesar Clementsen um munin til 2-0. Tá átti Stefan Radosavljevic um munin, og Stefan Radosavljevic økti til 3-0, tá ið tað restaðu 17 minuttir. Tá átti Áki Debes Samuelsen uppleggið, og fýra minuttir seinni økti Áki Debes Samuelsen um munin til 4-0. Tá átti Rani Wenningsted Sørensen uppleggið.

Síðstu sjey minuttir minkaði FC Suðuroy tvær ferðir um munin. Í báðum førum var tað innskifti Fríði Holm, sum var málskjútti. Í báðum førum átti Salmundur Bech uppleggið. Hetta var fyrsta ferðin, at 18 ára gamli Fríði Holm var millum málskjúttarnar á liðnum hjá FC Suðuroy í næstbestu deildini.

Tølini siga, at heimaliðið hevði væl fleiri vandamiklar støður. HB vann seks hornaspørk og FC Suðuroy tvey hornaspørk. HB hevði 11 royndir ímóti málinum hjá FC Suðuroy, har Rani Nolsøe Johannesen var málverji, og FC Suðuroy hevði fimm royndi ímóti HB málinum, har Bjarti Vitalis Mørk var málverji.

HB hevur níggju stig eftir fimm umfør, og FC Suðuroy hevur fýra stig fyri seks dystir.

HB skal í sætta umfari spæla á útivølli ímóti AB. FC Suðuroy hevur longu spælt dystin í sætta iumfari. Talan var um framskundaðan dyst, tá ið B71 27. mars vann 3-2 á Vágseiði.

https://www.in.fo/myndasavn/