Tí hevur senatsvalið í Georgia so stóran týdning

Bæði Biden og Trump hildu í gjár røðu í Georgia, sum er avgerandi fyri, hvussu Joe Biden sleppur at ráða sum forseti.

 

Staturin Georgia er í júst nú í miðdeplunum í amerikonskum politikki.

Í gjár hildu sitandi forseti, Donald Turmp, varaforsetin, Mike Pence, og komandi forsetin í USA, Joe Biden valfundir fyri teirra valevnum í statinum.

Allir vóna teir eitt gott úrslit í dag, tá tveir sessir í senatinum standa upp á spæl.

Her ein frágreiðing um, hví valið hevur so stóran týdning:

– Á forsetavalinum 3. novekber vann demokraturin Joe Biden forsetasessin, og Demokratarnir endurvunnu meirilutan í Umboðsmannatinginum.

– Í øðrum kamarinum í Kongressini, Senatinum, stendur býtið av plássum eftir valið 3. novekber til at gerast 50-48 til Republikanararnar. Einasti máti, sum Demokratarnir nú kunnu fáa validð í Senastinum, er, um flokkurin vinnur báðar teir síðstu sessirnar, sum eru upp á spæl í Georgia.

– Stendur á jøgnum, so er tað varaforsetin, sum frá 20. januar verður demokratiska Kamala Harris, sum fær avgerandi atkvøðuna.

– Tá ein nýggj lóg skal samtykkjast, skal hon samtykkjast við meiriluta í bæði Umboðsmannatinginum og Senatinum og góðkennast av forsetanum. Tí er meiriluti í báðum kømrunum í Kongressini so týdningarmikil fyri valdið hjá einum flokki.

– Republikanararnir hava havt meirilutan í Senatinum síðani miðvalið í 2014.

– Umframt vanliga valið í mun til lóggávu góðkennir ella vrakar Senatið altjóða sa´ttmálar, sum forsetin skjýtur upp, og tað góðkennir ella vrakar valevni hjá forsetanum til týdningarmikil størv sum eitt nú til Hægstarætt í USA.

– Senatið avgerð eisini møgulig ríkisrættarmál, sum Umboðsmannatingið hevur sett í gongd.

– Á teimum báðum valunum í Georgia fingu hvørki Demokratarnir ella Republikanararnir neyðugu 50 prosentini fyri at vinna í fyrra valumfari.

– Tí skulu ávikavist demokratiski Jon Ossoff og republikanski David Perdue eins og demokratiski Raphael Warnock og republikanski Kelly Loeffler í nýtt valumfar í dag.

– Valið millum Raphael Warnock og Kelly Loeffler er eitt sokallað suppleringsval, sum verður hildið, tí at republikanarin Johnny Isakson, sum vann í 2016, hevur lagt frá sær av heilsuáum.

Keldur: AP, Ritzau.

/ritzau/