Landasorg í Argentina

Forsetin í Argentina hevur lýst landasorg í tríggjar dagar, eftir at Diego Maradona doyði í gjár 60 ára gamal

Forsetin í Argentina, Alberto Fernandez, hevur lýst landasorg í tríggjar dagar, eftir at Diego Maradona doyði í gjár 60 ára gamal av einum hjartatilburði.

- Diego Maradona var Argentina úti í heimi. Hann gav okkum gleði, og vit kunnu aldrin rinda honum aftur alla tað gleðina, sigur forsetin í Argentina, Alberto Fernandez.

Ein fótbóltsguður

Diego Armando Maradona er ein fótbóltsguður. Tað eru fólk, sum tilbiðja mannin, sum í 1986 vann Argentina HM-gull í Meksiko. Myndirnar av bóltsnillinginum, sum knýtir nevan eftir at hava skorað og kyssur HM-steypið, eru víðagitnar. Tað eru gølurnar eisini.

Um ein dystur skal lýsa Diego Maradona, so má tað verða hálvfinalan til HM-endaspælið í Meksiko móti Onglandi. Fyrst skorar hann við hondini og kallar tað fyri ”guðshond”. Løtu seinni skorar hann kanska hendasta málið nýggjari HM-søgu, tá hann rekur framvið allari verjuni hjá Onglandi og skorar til 2-0. Ein fótbóltsspælari við gávum sum ongin annar, men eisini við einum sinni, ið dró hann í myrkugøturnar.

##med2## 

Hann kom til Napoli í 1984 sum Diego. Ein ungur maður úr Argentina, sum er uppvaksin í slummunum, men hevur vunnið vegin fram á altjóða fótbóltspallin. Eftir seks ár, tvey søgulig italsk meistaraheiti, eitt HM-gull og tvær HM-finalur, fór hann úr Napoli sum Diego Maradona, fótbóltsspælarin, ið ikki kláraði at rúma øllum tí, ið heimurin vildi geva honum.

Hann spældi aftur til HM í 1994, men enn ein dómur fyri doping gjørdi enda á yrkisleiðini hjá bóltsnillinginum yvir teimum øllum. Hann hevur seinni verið landsliðsvenjari hjá Argentina, og síðani hjá feløgum kring allan heimin. Lívið hevur verið nógv merkt av rúsevnismisnýtslu, ójavnari vekt og sálarligum avbjóðingum, sum hann til tíðir eisini hevur sett orð á.

##med3##

Síðani Maradona gavst við fótbóltinum, hevur hann við jøvnum millumbilum havt heilsuligar avbjóðingar, og hann hevur fleiri ferðir verið á sjúkrahúsi. Fyrr í november var hann soleiðis innlagdur í átta dagar og var skorðin fyri blóðsamling millum kraniið og heilan.

##ms##