Eysturoyartunnilin hevur nøkur ting meira í mun til Norðoyatunnilin og Vágatunnilin. Fyrst og fremst er tað rundkoyringin, og at tunnilin harvið bindur trý ymisk støð í Føroyum saman Fleiri vatnbrunnar [...] gingið væl og gongur eftir ætlan, sigur Herman Lindberg, sum hevur havt ábyrgd av heilsu, trygd og umhvørvi fyri Eysturoyartunnilin. Hann hevur sjálvur nógvar royndir frá tunnilsarbeiði, og hevur millum [...] við fullari ferð at fáa hann lidnan. Í mun til hinar tunlarnar, er hallið á Eysturoyartunlinum minni, og tí verður ikki eins bratt at koyra uppaftur. Ein onnur betring er eisini, at Eysturoyartunnilin hevur
nú, hvussu danir taka ímóti Brandi, og um teir eru sinnaðir at keypa fløguna. ? Komandi tíðina skulu vit fyrst og fremst hugsa um at selja og promovera hesa fløguna og royna at syrgja fyri, at hon kemur [...] nøvnini í føroyska tónleikaheiminum. Hesi eru savnað saman at spæla og framleiða fløguna. Steintór sigur, at tað hevur verið eitt stórt og tíðarkrevjandi arbeiði at fáa alt hetta maskinaríi at koyra, tí tað [...] eisini stendur aftanfyri nýggju útgávuna hjá Brandi Enni. Plátufelagið er føroyskt og hevur sítt virksemi bæði í Føroyum og í Danmark. Steintór umboðar felagið í Føroyum, meðan Eyðfinn Jensen er í Danmark
føroyskt sum vísindamál. Bøkur og rit, ið Fróðskaparfelagið gevur út, eru fyrst og fremst Fróðskaparrit, Supplementa til Fróðskaparrit og Frøði. Harafturat koma orðabøkur og einstakar aðrar bøkur. [...] stovnað í 1952 og hevur eitt nú til endamáls at fremja samstarv millum fólk í Føroyum, sum takast við vísindaligt starv, at upplýsa alment um vísindalig viðurskifti við útgávuvirksemi og fundum og at menna føroyskt [...] framtíðar granskingarverkætlanir í Føroyum. Til tess at bøta um samskiftið millum føroyskar granskarar og til at mennavaksa um føroyska granskingarumhvørvið, er ætlanin at halda ein FRÓÐARFUND, kl. 10-16
Neistan og Kyndil, og her hevur Kyndil møguleikan at fáa silvurmerkini til høldar. Til hetta krevst fyrst og fremst ein sigur á Neistanum, og í øðrum lagi skulu strandingar vinna dystin á VÍF. Og mett eftir [...] soleiðis kundu vunnið grannunum eina seinastu neisu. Og í Runavík verður dystur millum Tjaldur og H71. Ein dystur, sum á pappírinum ongan týdning hevur, og spurningurin er so bara, hvørt tað her fer at eydnast [...] teir annars ikki megnað alt grundspælið, og í veruleikanum skal leitast aftur til 20. november fyri at finna seinasta sigurin til Runavíkina. Hann var móti Kyndli, og í so máta gjørdist hesin dysturin eitt
verju og álopi, tí fyrstu ellivu minuttirnar varð leiðslan økt upp í 15-7, áðrenn Belgia yvirhøvur fekk sítt fyrsta mál í seinna hálvleiki. Sigurin var fyrst og fremst grundaður á gott verjuspæl og ikki [...] stigatali, seks stig, og málúrtøkuni 92-38, sum er 54 mál í yvirskoti. Og hóast Belgia tapti síðsta dystin, vann liðið allíkavæl, tí í støðuni í bólki A endar Belgia framman fyri Estland og kemur eisini í h [...] á Belgia, eftir hálvleiksleiðsluna 9-7. Belgiska liðið fylgdi við ta fyrstu løtuna, og kom upp á 4-4, men so við og við settu tær føroysku seg á tað mesta av spælinum í einum annars heldur linligum fyrra
verðini galdandi, og eg haldi ikki, at tað ger Føroyar serstakar, at man gongur og skeinkir og bjóðar ókeypis mat umborð. Uppgávan hjá Atlantic Airways er fyrst og fremst at fáa prísirnar niður og frekvensirnar [...] Atlantic Airways, Poul Michelsen, at hann er kunnaður um ætlanirnar, og at hann stuðlar broytingini. - Eg eri vorðin kunnaður um tað, og haldi, at um tað kann føra til fleiri milliónir krónur í bíligari [...] tíðindini bórust í síðstu viku, at Atlantic Airways hevur ætlanir um at steðga við at servera ókeypis mat og drekka umborð á flogførunum. Hvørki Jóhanna á Bergi, stjóri í flogfelagnum, ella Niels Mortensen,
fyri Aminu Poulsen, og hon er kedd um, at nógv hava fingið eina fatan av, at islam ikki rúmar hesum tolseminum. Hetta er nakað, sum hon fyrst og fremst sær aftur í fjølmiðlunum og vaksandi evropisku u [...] í Danmark og starvast sum lærari, men hon er ikki eins ílatín og flestu aðrir føroyingar í Danmark. Hon er í einum síðum kjóla, við longum ermum, umframt einum turriklæði, sum fjalir háls og høvd hennara [...] andlitið og hendurnar eru sjónlig. - Eg havi tikið Guðs orð í Koranini til mín, sigur hon. Tað er eitt krav, at kvinnur fjala kroppin hjá sær, men eg kenni meg frælsa at vera ílatna soleiðis, og eg havi
leikbannaður til dystin móti Sumba. Annars eru eingir skaðar hjá GÍ. Málið hjá GÍ er fyrst og fremst at sleppa úr botninum, og ein sigur móti Sumba sendir liðið rætta vegin. [...] Sumba liggur í løtuni niðast, og teimum tørva fleiri stig, um 1. deildar fótbóltur aftur skal verða at síggja á Krossinum næsta ár. Seks stig eru komin til høldar higartil, og báðir dystirnir eru vunnir á [...] meira krevst í ár. Sumba hevur ongar skaðar ella leikbann, og nakrir gamlir kenningar verða aftur at síggja í Sumba. Dánjal Jóhan Joensen og Jan Poulsen eru báðir afturkomnir úr Danmark. Hetta styrkir
spildurnýggj live-fløga, sum varð upptikin á ólavsøku fyrr í ár. - Vit eru fyrst og fremst ein live-bólkur, og vit hava leingi ætlað at geva eina konsert út á band. Tá vit hoyrdu ráupptøkurnar frá ólavsøkuni [...] fløgusavn og sum teknirøð. Hálvan november gevur tónleikabólkurin Páll Finnur Páll rúgvusmikið tilfar út. Í pakkanum, sum nevnist »Du ved, at gjørt er gjørt«, eru allar tríggjar fløgurnar og ein spildurnýggj [...] teknirøð, sum listarmaðurin Heiðrik á Heygum hevur gjørt. Hann hevur gjørt eina mynd til hvønn sang og sett alt saman til eina søgu. - Teknirøðin er ikki bara snøgg, hon er spennandi. Sangirnir fáa eina
dollarar. Um orsøkin til tann hækkandi prísin verður sagt, at príshækkingin kemst fyrst og fremst spenninginum í Miðeystri og einari útlitunum fyri búskaparligum framburði í ár. [...] limum til at boykotta norskar vørur og annars alt, sum er norskt. Orsøkin er, at formaðurin í fakliga landsfelagsskapinum í Noregi hevur mælt fólki til at boykotta Ísrael og ísraelskar vørur. Norska blaðið [...] blaðið Aftenposten skrivaði í gjár, at jødisk vinnulívsfólk í USA hava tikið seg saman og hava mælt amerikanskum jødum frá at keypa norskar vørur. Teir hava eisini mælt amerikanskum jødum frá at fara til Noregs