Hann má fyrst og fremst hugsa um vanliga fólkið

Tey vilja sleppa at greiða nýggja landsstýrismanninum frá, hvat tey halda hevur størstan týdning, tá ið málið um gongd í haga, skal loysast

Tey í Hagafelagnum heita nú á nýggja landsstýrismannin í vinnumálum, Magnus Rasmussen um at fáa fund um ætlanina at loysa málið um gongd í haga. 

 

Í áheitanini, sum tey hava lagt á Facebook, vísa tey á, at endamálið hjá Hagafelagnum er at virka fyri rættindunum hjá fólkinum at fara í hagan, heilt úr fjøruni, niðan á fjallatind og at ferðast ókeypis í náttúruni.

 

Spurningurin um, hvussu tað at ferðast í náttúruni, skal skipast, er eitt mál, sum samgongan hevur sett sær fyri at loysa, men tað er eitt hart hoyggj at draga, tí sjónarmiðini eru so ymisk.

 

Bøndurnar halda, at hetta er eitt mál, sum er ímillum vinnuliga ferðavinnu og bøndurnar burtur av og teir viðurkenna ikki, at Hagafelagið er ein partur í málinum. Tað eru tey í Hagafelagnum ikki samd í, tí tey minna nýggja landsstýrismannin staðiliga á, at fyrst á øllum má hann hava fólkið í hesum landinum í huga.

 

Tey siga, at hetta snýr seg nevniliga ikki bara um ferðavinnu og pengar. Fyrst og fremst er hetta ein spurningur um rættindini hjá fólkinum til framhaldandi at leita sær út í okkara náttúru.

 

Tí kann málið ikki einans avgreiðast við samráðingum millum bóndur og ferðavinnuna. Hendir tað, er vandi fyri, at vanliga fólkið missir síni rættindi, sigur Hagafelagið.

 

– Føroyingar, ung sum eldri, hava eina langa og sterka siðvenju at leita sær í hagan. Hendan siðvenjan er hótt, nú summir bóndur eru farnir at krevja atgongugjald, og fráboðan, fyri at sleppa út í náttúruna, staðfesta tey. Tey halda, at hetta er eitt sera óunniligt rák, sum als ikki er í samsvari við drúgvu siðvenjuna hjá føroyingum at fara hagan.

 

Avleiðingin av at skerja rættin hjá fólki at fara í hagan, kann fáa ta avleiðing, at uppvaksandi ættarliðið verður fremmandagjørt í sínum egnum landi og síni egnu náttúru og tey halda, at tað er neyvan tað, samgongan vil. Í hesum sambandi minnir Hagafelagið á orðini hjá Bárði á Steig Nielsen sjónvarpinum í valstríðnum upp undir seinasta løgtingsval.

 

Bárður Nielsen er formaður Sambandsfloksins og nú er hann eisini løgmaður. Men í sjónvarpinum upp undir seinasta løgtingsval, gjørdi hann greitt, at »føroyingar skulu hava frítt at ganga í haga og fjøru. Ongin ivi um tað«. Og  Hann staðfesti somuleiðis at «tað er ongin ivi um, at vit, sum politisk skipan, eiga at tryggja, at hvørsmansrætturin verður virdur. Tað at ganga í haga og fjøru, tað skulu allir føroyingar hava rætt til – ókeypis.«