Viðmerking til sjálvbodna kommunusamanlegging Gerhard Lognberg borgarstjóri Skopun Eg varð biðin um at úttala meg um atkvøðugreiðsluna um sjálvbodna kommunusamanlegging. 1280 fólk Eg eri fyrst og fremst púra ósamdur við teimum, sum siga,

Gerhard Lognberg, borgarstjóri, Skopun
-----

Eg varð biðin um at úttala meg um atkvøðugreiðsluna um sjálvbodna kommunusamanlegging.

1280 fólk
Eg eri fyrst og fremst púra ósamdur við teimum, sum siga, at Sandoy skal verða ein kommuna við 1280 fólkum. Vit verða stadigvekk ein pinkalítil kommuna.

Saman við Tórshavn
Um vit verða partur av Tórshavnar Kommunu, so eru vit munandi betur fyri.
Henda stóra kommunan við stórari makt, kann hjálpa okkum við Sandoyartunnilinum við at argumentera fyri tí upplandi, sum okkara oyggj hevur.
Hvat kunnu vit bjóða Skúvoyar Kommunu, Skálavíkar Kommunu, Húsavíkar Kommunu um vit verða hesi 1280 fólkini, einki uttan eitt hægri skattaprosent.
Hví sigur samgongan, at Fuglafjørður við sínum 1400 fólkum er ov lítil eind, men Sandoy við 1280 er í fínasta ordan.

Hví eldraøkið út
Er tað ikki ein náturligur partur hjá landinum.
Hvussu fer Sandoy at raðfesta eldraøkið, tað verða fleiri og fleiri eldri og tey ungu rýma grundað á umstøðurnar á samferðsluøkinum.
Jú tað verða A og B menniskju. Alt eftir hvørji kommunu í landinum tú býr í, tí tað vera eingir pengar at umsita økið við.
Jú, sigur samgongan, peningur fylgir við. Eg hoyri tykkum.

Vilja tit Sandoy væl.
Vil Løgtingið Sandoy væl, latið okkum so fáa ein tunnil.
Ikki sum tað, ið samgongan bjóðar okkum, 4 mió í 2015 til Sandoyartunnilin, láturligt ella hvat?!

Hetta er at kasta torvmold í eyguni á Sandoyarfólki og siga at Sandoy kann klára eldraøkið og Skúlaøkið við sínum 1280 fólkum, har tað verða fleiri og fleiri eldri.
Tað stendur einum og hvørjum púra frítt hvar hann setur krossin 3. mai.
Eg fari ei heldur at føla tað, sum ein ósigur fyri meg, hvat hendur fyri ella ímóti.
Um vit vóru spurd skal Sandoy leggja saman við Tórshavan Kommunu so eitt stórt JA frá mær.
Ella skal Sandoy leggja saman í eina kommunu til 1280 fólk – so púra greitt NEI!
Sandoyar tunnilin er framtíð okkara, tá fáa vit eina blomstrandi Sandoy og ein blomstrandi ungdóm.
Eg ynski Sandoynni og Skúvoynni alt tað besta, tað ivist eg í, um tey vilja, sum vilja áleggja okkum so stóra byrðu sum eldra- og skúlaøkið, sum landið ikki megnar sjálvt.

So einki við at siga, Sandoyggin fyrst saman í eina kommunu. Nei, Sandoy og Skúvoyar Kommuna eiga beinanvegin at leggja saman við Tórshavnar Kommunu, tá verða vit eitt sterkt øki.
Annars havi eg lítið og einki álít á samgonguni og tíðans heldur í samanleggingarspurninginum.

Við Sandoyarkvøðu