Bakaríið hjá Gunnleivi við Hoyvíksvegin í Havn hevur skift eigara fyri aðru ferð innan ein mánað. Nýggju eigararnir eru 36 ára gamli Regin Nielsen úr Vestmanna og 34 ára gamli Sveinur Thomasen úr Miðvági. Teir eru báðir bakarameistarar og hava átt hvør sítt bakarí í ávikavist Vestmanna og Miðvági.
Nú hava teir so keypt størsta bakaríið í landinum, og sum skilst eru broytingar á veg bæði í bygnaðinum og bakstrinum.
- Vit fara at rationalisera. Tað verða vit noyddir til. Ætlanin er eisini at finna ein nýggjan bygning til bakaríið, sum fer at liggja í meginøkinum. Harumframt verða nakrar broytingar í bakstrinum. Rugbreyðsuppskriftin verður í øllum førum broytt, sigur Regin Nielsen.
Færri bakarí
Sambært bakarameistaranum úr Vestmanna vóru fleiri um boði at keypa bakaríið. Í seinasta enda fall valið á Regin Nielsen, sum slóg seg saman við Svein Thomasen.
- Eg havi altíð havt ein dreym um at reka eitt nútíðar rationelt stórt ídnaðarbakarí. Dreymurin er nú vorðin veruleiki, og vit ivast onga løtu í, at hetta fer at bera seg, sigur Regin Nielsen, ið samstundis yvirtekur maskinurnar hjá Frants Restorff, ið fylgdi við í keypinum.
Føroysku bakaríini eru fækkað nógv seinastu árini. Fyri trimum árum síðani vóru tey 17. Nú eru 10 eftir.
- Tíðin er farin frá smáum bakaríum. Kappingin er ov hørð, sigur Regin Nielsen, sum eins og Sveinur Thomasen sjálvur hevur átt eitt bakarí, men gav skarvin yvir og seldi til júst Bakaríið hjá Gunnleiv fyrr í summar, tá hann fekk starv har.
Satsa uppá meginøkið
Bakaríið hjá Gunnleivi skiftir nú navn. Tað eitur Grón, ið merkir matur gjørdur av mjøli ella korni.
Sambært nýggja eigaranum er ætlanin fyrst og fremst at halda fram sum førandi bakarí á meginøkinum. Fyribils er ikki ætlanin at kappast á øðrum økjum, sosum í Suðuroy og í Klaksvík.
74 fólk starvast á bakarínum, harav umleið 30 eru knýtt at sjálvum bakstrinum. Hini arbeiða í handlinum, í pakkingini ella í útkoyringini.
Norðoya Sparikassi yvirtøk annars baksturvirksemið við Hoyvíksvegin fyrst í mánaðinum, tá hann keypti Partafelagið Vørður frá Justinussen-monnunum. Umframt Bakaríið hjá Gunnleivi vóru Handilin hjá Eli, Statoilstøðin á Argjum og Handilin hjá Pidda á Toftum við í keypinum. Sparikassin var einans áhugaður í sjálvum bygninginum, har Gunnleiv helt til, og hevur tí gjørt skjótt av við at selja burturav. Og nú er einans bygningurin við Hoyvíksvegin eftir.