Fólkaflokkurin raðfestir bleytu virðini

Eldraøkið, børn og ung, ein skynsamur fíggjarpolitikkur og góður vinnupolitikkur eru vallyftini, sum skulu vinna Fólkaflokkinum valdið í høvuðsstaðnum.

Tey eldru skulu búgva í egnum heimi sum longst, dagstovnarnir skulu hava betri kor og foreldur skulu hava møguleikan at ansa sínum børnum heima, vinnan skal hava bestu karmar at virka undir og ein skynsamur fíggjarpolitikkur skal rekast.

 

Tað eru høvuðspunktini í valskránni hjá Fólkaflokkinum til Tórshavnar Býráð. Flokkurin legði í morgun valskrá sína fram í hølum floksins í Gamla Apoteki.

 

15 fólk, seks kvinnur og níggju menn stillað upp fyri flokkin. Umframt teir báðar býráðslimir floksins stilla eisini løgtingskvinnan, Annika Olsen, og fyrrverandi borgarstjórin Jan Christiansen upp, saman við 11 meiri og minni óroyndum politikkarum.

 

Hóast flokkurin vanliga førir seg fram sum ein vinnuflokkur, so hevur hann valt at raðfesta bleytari virðini ovast í valskrá síni. Eldraøkið, børn og ung og mentan verða øll nevnd áðrenn komið verður til vinnuna og fíggjarpolitikkin.

 

- Ein kann heilt víst tulka raðfestingina í valskránni sum eina raðfesting í politikkinum komandi árini, segði Annika Olsen.

- Kortini skulu vit minnast til, at tað er ein skynsamur fíggjarpolitikkur og góður vinnupolitikkur, ið tryggjar fíggjarliga grundarlagið undir íløgunum í hini økini í kommununi, sigur hon.

 

Fólkaflokkurin hevur áður ført fram, at flokkurin vil virka fyri einum skattalætta, men júst tað vallyfti fánar eitt sindur í framløgu floksins. Tað er kortini eingin ivi um, at flokkurin ynskir at minka um skattabyrðuna hjá borgarunum.

- Fyrst og fremst hava vit eitt ynski um at hækka botnfrádráttin í kommunuskattinum. Um tað ikki ber til, fara vit at virka fyri at lækka skattaprosentið í kommununi, segði Rói B. Poulsen, sum legði fram fíggjarpolitikkin. Flokkurin lovar tó, at skattatrýstið skal lækka við minst einum prosenti.

 

Annika Olsen fekk sum vera man nógvar spurningar um sína uppstilling. Hon er ein av fremstu fortalarum fyri, at politikkarar ikki eiga at sita í fleiri fólkavaldum sessum, men kortini stillar hon upp til býráðsvalið, hóast hon situr sum løgtingskvinna.

- Tað skal eingin ivi vera um, at eg ikki farið at sita í báðum sessunum, um eg verið vald í býráðið, segði Annika Olsen, men kortini var torført at fáa eitt greitt svar frá henni um, hvønn sess hon fór at velja.

- Tað fer tíðin at vísa. Umstøðurnar kunnu skjótt broytast og tað er hugsandi, at eg fyrst taki við býráðssessinum, men seinni sigi hann frá mær í eitt tíðarskeið og latið varafólk koma inn fyri meg, segði hon.