Er norska fótbóltsstjørnan, Erling Braut Haaland, bestur sum fótbóltsleikari ella jólamaður?
Nú jólini nækast, hevur málrevurin fingið ein nýggjan leiklut á sínari YouTube-rás, har hann leggur út video av sær sum jólamaður.
- Her vísir hann nýggjar síður av sær sjálvum, skrivar norska kringvarpið, NRK, sum endurgevur málrevin fyri at siga:
- Eg elski jólini, og eg elski jólahugnan, sigur hann á upptøkuni.
Klæddur sum jólamaður í reyðum klæðum og stórum hvítum skeggi hevur hann eisini verið túr í Manchester City, har hann gekk á dyrnar hjá fólki og hitti børn og ung.
- Ikki øll, sum hann hitti, gittu, at hetta var toppskorarin í Premier Leagues, sum tey høvdu á vitjan, veit NRK at siga.
##med2##
Lesið meira um Erling Braut Haaland, sum jólamann á hesi leinkju -











