- Ert tú sterkur í kroppinum, ert tú oftast eisini sterkur í sinninum. Tann fysiski parturin avspeglar tann sálarliga. Ert tú væl fyri og nøgdur við teg sjálvan, trívist tú betur saman við øðrum

GH Styrki: Ein sterk sál í sterkum likami 

GH Styrki er nýggj venjingarmiðstøð, ið hjúnini, Gunnar Hjelm og Helen á Lakjuni, sum búgva í Fuglafirði, hava latið upp, og tey eru ovfarin av stóru undirtøkuni

 

 

- Ert tú sterkur í kroppinum, ert tú oftast eisini sterkur í sinninum. Tann fysiski parturin avspeglar tann sálarliga. Ert tú væl fyri og nøgdur við teg sjálvan, trívist tú betur saman við øðrum

Venjingarmiðstøðin er í rúmligum hølum í bygninginum hjá Framherja á havnalagnum í Fuglafirði. 

Hvørt skeiðið varar í seks vikur, og venjingar eru týsdag, mikudag, hósdag og leygardag, har tú kanst velja, um tú vilt venja tvær ferðir ella tríggjar ferðir um vikuna, og tú kanst eisini fáa eina kostætlan.

 

- Vit bæði eru sera væl nøgd og ovfarin av undirtøkuni, sum venjingarnar higartil hava fingið – ja, eg vil siga, at hetta hevur verið ein brakandi susses, og tað er týðiligt, at hetta er ein møguleiki, sum fólk hava saknað. 

 

Gunnar Hjelm vísir á, at tað eru nógv fólk úr lokalumhvørvinum í Fuglafirði, sum venja, men tey hava eisini fólk úr eitt nú Norðoyggjum og aðrastaðni úr landinum.

- Her var stór luttøka longu á fyrsta skeiðnum, og nú vit nærkast endanum á øðrum skeiði, sum verður liðugt hin 20. desember, er enn størri luttøka.

Hann sigur, at nýtt skeið byrjar aftur eftir ársskiftið og fyri tey, sum kundu hugsað sær at verið við hesaferð, hevði tað verið skilagott at sagt frá sum skjótast.

 

Góðar hølisumstøður

- Vit hava fantastiska góð og rúmlig høli, og her er nógv gólvpláss, eins og her er pláss fyri nógvum luttakarum, men undirtøkan hevur verið so mikið stór, at tað kann saktans henda, at skeiðið í nýggja árinum verður fullteknað.

Gunnar Hjelm sigur, at innleiðandi løta við fyrilestri um eitt nú motivatión verður aftur hin 12. januar, og síðan byrja sjálvar venjingarnar hin 13. januar.

- Venjingarskeiðini eru ætlað øllum, royndum sum óroyndum. Tær nýtist ikki at hava fingist við venjingar áður fyrr at luttaka, tí venjingarnar verða sjálvsagt lagaðar eftir tørvinum hjá hvørjum einstøkum.

Hann vísir á, at á innleiðandi løtuni, tá hann vanliga heldur ein fyrilestur um motivatión og venjing, verður spurningurin eisini reistur, hvør málsetningurin hjá hvørjum einstøkum luttakara við venjingunum er.

- Hví kemur tú til mín, hvør er tín málsetningur, og hvussu kann eg hjálpa tær, eru spurningar, sum eg seti. Undirtøkan hevur verið so mikið stór, at konan og eg eisini vænta stóra luttøku á triðja skeiðnum hjá okkum.

Gunnar Hjelm vísir á, at ein stórur partur av venjingunum í fyrsta lagi er at brúka sína egnu kropsvekt, men her eru eisini onkur venjingaramboð, og ætlanin hjá honum og konuni er at keypa nøkur amboð aftrat, sum tíðin gongur.

Bæði Gunnar og Helen eru við til hvørja venjing, og her tekur Helen sær í fyrsta lagi av innleiðandi upphiting, og hon venur ofta við sjálv, um onkur luttakari vantar ein makkara.

- Styrkin hjá manninum situr ofta í konuni, sigur Gunnar Hjelm brosandi.

 

Gleðin í eygunum

Bæði hann og konan stórtrívast saman við luttakarunum, og tey fegnast um at síggja gleðina spríkja úr eygunum á luttakarunum, sum byrja at síggja úrslit, tá tey hava vant í eina tíð.

- Vit eru sera fegin um hetta konseptið, og vit eru sera glað fyri, at tað eydnaðist okkum at fáa hesi fantastisku hølini hjá Framherja. 

Gunnar Hjelm vísir á, at tað er ongantíð ov seint at byrja at venja – ella at gera nakað við seg sjálvan, sum hann málber seg.

- Mín hugburður hevur altíð verið, at so leingi, sum tú sjálvur kanst gera nakað við tað, eigur tú eisini at gera tað. Sjálvandi er tað gott bæði at ganga og renna, men nýggjar kanningar vísa, at hetta er ikki nóg mikið.

Gunnar sigur, at kanningar vísa eisini, hvønn týdning tað hevur at styrkja vøddarnar rundan um beinagrindina fyri at vera mobilur og sterkur og hava eina betri lívsgóðsku.

 

Í eygnahædd 

- Tað, sum fyrst og fremst virkar fyri, at tað kennist avbera væl at venja í GH Styrki, er, at Gunnar Hjelm møtir tær í eygnahædd, og hann sýnir ein ektaðan áhuga fyri tí einstaka og fyri fjøldini sum heild. 

Soleiðis sigur ein luttakari, sum hevur verið á skeiðunum hjá Gunnari og Helen.

- Gunnar sýnir ein veruligan eldhuga fyri at fáa fólk at venja, og hann stuðlar hvørjum einstøkum í at fáa tað maksimala burturúr. Gunnar plagar at siga, at dagurin í dag kemur ikki aftur. So, spill ikki tíðina burtur og kom ikki við umberingum, leggur luttakarin aftrat.

Venjingarskráin er altíð ein blanding av styrki- og úthaldnisvenjingum. 

- Egin likamsvekt verður ofta brúkt sum mótstøða, og ymisku rørslurnar eru býttar upp í ymisk torleikastig, so øll kunnu vera við.  

Luttakarin, sum hevur verið til venjingar hjá GH Styrki, vísir á, at í byrjanini hevur venjingin fokus á vøddarnar rundan um beinagrindina, sum eru avgerðandi fyri kropsburðin, og síðan eru alsamt fleiri vøddar við í venjingunum.

Gunnar Hjelm leggur stóran dent á, hvussu alneyðugt tað er fyri úrtøkuna, at tú setir tær mál, tí uttan at hava eitt mál, gerast dreymarnir ikki til veruleika. 

- Hetta snýr seg um at taka ábyrgd av egnari heilsu, tí góð heilsa er avgjørt eingin sjálvfylgja. Alt tað, sum tú kanst gera fyri at betra um tína egna støðu – ja, tað eigur tú at gera, heldur hann fyri. 

 

Veit hvat skal til

Gunnar Hjelm heldur einki forgjørt vera í at hugsa stórt um seg sjálvan og hava stórar dreymar. 

- Tú skalt liva lívið hjá tær sjálvum, gagnnýta tínar møguleikarnar og gera eina íløgu í teg sjálvan. Tað ræður um at halda rimmarfast í tí málsetningi, tú setir tær.

Hann vísir á, at tað eru altíð nøkur tilval og frával, sum menniskju noyðast at gera sær, og hetta er eisini gangandi, tá ræður um venjingar og kost. 

- Venjingin strammar okkum upp, og maturin broytir okkum, sigur hann. 

Í venjingarhøpi er eingin ivi um, at Gunnar Hjelm veit, hvat skal til fyri at fáa eyðsýnd úrslit – antin tað er at gerast kraftmiklari ella klænri.  

Sum venjari finnur hann sína motivatión í at geva nakað av sær sjálvum, so øll náa sínum málum, mennast og røkka fram á leið. 

- Hann megnar at skapa felags anda á liðunum við eitt nú at eggja øllum til at venja og  stríðast saman. Luttakararnir skulu stuðla hvørjum øðrum og hugsa positivt um hvønn annan og á tann hátt skapa góða og sunna orku undir venjingunum. 

 

Likamið kann nógv

Sjálvur sigur Gunnar, at likamið kann nógv meira enn, hvat tú heldur, og tað kann kennast positivt at pressa seg sjálvan. 

- Ert tú sterkur í kroppinum, ert tú oftast eisini sterkur í sinninum, tí tann fysiski parturin avspeglar tann sálarliga. Ert tú væl fyri og nøgdur við teg sjálvan, trívist tú eisini betur saman við øðrum, sigur Gunnar Hjelm, sum bjóðar fólki at royna venjingarskeiðið – KILO FYRI KILO í GH Styrki í Fuglafirði.

Tey, sum vilja vita meira um virksemið hjá GH Styrki, kunnu venda sær til venjingarmiðstøðina á www.hjelmvenjing(at)gmail.com

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

- Ert tú sterkur í kroppinum, ert tú oftast eisini sterkur í sinninum. Tann fysiski parturin avspeglar tann sálarliga. Ert tú væl fyri og nøgdur við teg sjálvan, trívist tú betur saman við øðrum