Oddagrein: Fíggjarlógin helt ikki ? aftur fleiri pengar

HÓAST vit bara eru komin í áttanda mánað, er tann fimta eykajáttanarlógin á veg. Hetta tykist løgið, tí føroyski almenningurin hoyrdi ikki um annað, enn at fíggjarlógin skuldi leggjast so neyvt, at tað skuldi næstan ikki gerast neyðugt við eykajáttanarlógum í hesum fíggjarárinum.

HESUFERÐ eru tað fyrst og fremst útreiðslur til almannamál, sum standa við stórum tølum á komandi eykajáttanarlóg. Talan er um lógarbundnar útreiðslur, sum tað almenna hevur skyldu at gjalda. Tí má Karsten Hansen aftur lyfta lokið uppfrá, sum hann annars sigur seg sita so tungt á. Nú er Almanna- og heilsumálastýrið komið eftir, at játtanin í ár fer ikki at røkka, og tí verður biðið um heilar 40 milliónir krónur meira. Hetta eru rættiliga skelkandi tøl, tí við nútímans teldutøkni skuldi ikki verið so torført at framrokna tær ymisku útreiðslurnar á fíggjarlógaruppskotinum.


SO er spurningurin, um tað ikki hevur borið til at framrokna hesi tøl meira gjølliga, ella hevur Almanna- og heilsumálastýrið ætlað tølini ov lág fyri ikki at fara út um karmin, sum landsstýrið í felag royndist at semjast um, áðrenn endaliga uppskotið til fíggjarlóg varð prentað og lagt fyri Løgtingið. Ætlanin hevur kanska verið at broyta lógir, soleiðis at útreiðslur vórðu spardar. Men slíkar lógarbroytingar hava vit ikki sæð. Líka lítið sum vit hava sæð aðrar fráboðaðar lógarbroytingar. Tað er at skilja, at útreiðslur eftir forsorgarlógini vuksu, tá landið lág í djúpari kreppu fyri seks-sjey árum síðani. Men at hesar støðugt vaksa, meðan landið sambært tíðindum og hagtølum svimur í hunangi, er ikki skiljandi.


ALT málið við øllum eykajáttanarlógunum tykist løgið. Partvíst tí at landsstýrið skuldi reka ein neyvan fíggjarpolitikk. Harafturat skuldi sparast, og fyri at spara, skuldu lógir broytast, men einki er broytt, og nú er neyðugt við meiri peningi. Ein økt játtan í ár merkir sum oftast eina upp aftur størri játtan næsta ár, um ikki onkur lógaráseting, sum kostar nógv, verður broytt.


NÓGV av hesum fíggjarlógararbeiðnum ? og reypinum ? er tí ein sjónleikur uttan sín líka. Fyrst skal fíggjarlógin helst ikki vaksa ? ella bara vaksa nøkur fá prosent. Tí verða treingir karmar lagdir, sum embætisfólk brúka nógva orku fyri at halda seg innanfyri, tá tølini skulu setast á. Men tá tølini ikki halda, verða eykajáttanarlógir lagdar fram, og upprunaligi karmurin helt ikki kortini, tí hann var ov trongur. Tað er sjálvandi gott at seta upp ein trongan karm, so fíggjarviðurskiftini ikki fara á glið. Men karmurin má vera realistiskur, tí bara í fjør og ár eru einar 250 milliónir játtaðar á eykajáttanarlógum. Og tað kann ikki kallast góður fíggjarpolitikkur.