Hóast býráðið í Havn gjørdi tað sum gerast kundi fyri at halda vegirnar har Bussleiðin koyrir, nøkunlunda fríar fyri kava, so var hetta kortini ikki nóg mikið, tí um tíggjutíðina fyrrapartin í gjár góvust bussarnir hjá Bussleiðini at koyra.
Hóast tað kanska ikki var neyðugt, so spurdu vit allíkavæl Boga Haraldsson á teknisku deild hjá býráðnum um orsøkina.
- Orsøkin er einføld. Tað er ikki framkomandi hjá bussunum, og tí avgjørdu vit, at gevast við koyringini fyribils. Tað er fitt av vindi og kava, so tað er vónleyst hjá maskinunum at halda vegirnar opnar. Tað fýkur skjótari íaftur, sigur Bogi Haraldson.
Men er tað so ikki at arbeiða aftur eftir hæli, tá ein hugsar um, at býráðið fyrst grevur har Bussleiðin koyrir?
- Nei tað haldi eg ikki. Fyri tað fyrsta er tað útidagaveður, og fyri tað næsta so hava ruddingarmenninir hjá okkum gjørt alt, sum stendur í teirra makt fyri at fáa vegirnar kavafríar, men tað er vónleyst í hesum veðrinum. Eg kann leggja afturat, at allar okkara maskinur eru í gongd, samstundis, sum vit hava fingið aðrar maskinur inn eisini.
- Tað er nú einaferð so, at vit verða noyddir at prioritera og tað gera vit soleiðis, at vit fyrst og fremst grava har, sum tann kollektiva ferðslan er, sigur Bogi Haraldson
Men tá nú bussarnir gevast at koyra, so má tað verða at arbeiða eftir hæli, ella hvussu?
- Eg haldi ikki tað kann setast soleiðis upp. Tí onkustaðni mugu vit byrja, og vit hava avgjørt, at geva bussunum pláss. At tað so í ávísum førum gongur út yvir vanligum ferðsluna er harmiligt, men tað fær ikki verið øðrvísi. Kavaruddararnir gera tað, sum stendur í teirra makt, fyri at fáa rudda flest møguligar vegir, men tað ber so illa til í hesum veðrinum.
Hvussu skulu fólk so koma til arbeiðis, tá tað ikki verður grivið í teirra øki og tá bussarnir so eisini gevast at koyra?
- Tað er bara harmuligt, at so er, men eg rokni við at arbeiðsgevararnir skilja hví fólk ikki koma til arbeiðis í slíkum veðrið, og at fólkini finna okkurt skilagott at gera heima, men tað er tíverri ómøguligt at halda fram undir hesum umstøðunum.
Nær fara bussarnir aftur at koyra?
- Eg dugi ikki í verandi løtu at siga tær tað, men vit hyggja at umstøðunum alla tíðina, og sum skjótt sum tað er skilagott, so fara bussarnir aftur at koyra.









