Ísraelski sendiharrin vitjar í Føroyum

Beint eftir ólavsøku kemur ísraelski sendiharrin í Keypmannahavn, Barukh Binah, saman við konu síni, Shulamith Binah, á vitjan í Føroyum. Tey koma til Føroya 30. juli og 31. juli skulu tey fyrst hitta landsstýri og aðrar myndugleikar, og um kvøldið luttaka á einum fagnaðarkvøldi í Norðurlandahúsinum, har tað verður hátíðarhildið, at Sveining av Lofti hevur verið ferðaleiðari í Ísrael í 40 ár.

 

Hetta er aðru ferð, at Barukh Binah vitjar í Føroyum. Í 2015 var hann her saman við øðrum sendiharrum í Keypmannahavn, á ferð sum danska uttanríkismálaráðið skipaði fyri. Hetta er samstundis fyrsti steðgurin á farvælferðini hjá sendiharranum, sum fer úr starvinum í heyst.

 

Skulu venda ferðafólkastreyminum

Høvi til at vitja Føroyar er fyrst og fremst móttøkan fyri Svenningi av Lofti. Hann hevur í mong ár verið formaður í vinafelagnum Føroyar Ísrael og í ár eru 40 ár liðin, síðani hann fyrsu ferð tók eitt ferðalag við sær til Ísraels. Føroyingar hava altíð havt eitt tætt tilknýti til lítla jødiska statin og mett verður, at eini 5.000 føroyingar hava vitjað landið.

- Vit virðismeta sera høgt vinarbandið millum tjóðirnar báðar. Vónin er, at hendan vitjanin eisini fer at styrkja um ferðavinnusambandið millum londini bæði. Nógvir føroyingar vitja Ísrael á hvørjum ári, men nú síggja vit eisini, at tað er ein vaksandi áhugi í Ísrael at vitja Útnorður-økið. Nógvir ísraelar fara til Íslands, hví skuldu teir ikki komið til Føroya? Vónandi kunnu vit fremja Føroyar sum eitt ferðavinnuland í Ísrael og lata ferðafólkastreymin ferðast hinvegin eisini, sigur ísraelski sendiharrin.

 

Við sær hevur sendiharrin ísraelska tónleikabólkin Gulaza. Gulaza er ein etnisk-klassiskur ísraelskur tónleikabólkur, sum syngur jemenittiskt-jødiskar sangir.

- Jemenittiskt-jødiska samfelagið hevur verið til síðani tíð Sálomon Kongs. Tey syngja á ein heilt serligan hátt. Søguliga vóru tað einans kvinnurnar, sum sungu, men Gulaza hevr gjørt tónleikin eitt vet meiri nútíðar og meiri etniskan og loyvar eisini monnunum at syngja, sigur Barukh Binah.

 

Gulaza fer at spæla í Syðrugøtu 30. juli og í Havn 31. juli.

 

- Hetta er eitt frálíkt høvi hjá fólki, sum eru áhugað í Ísrael, at læra meiri um ein týdningarmiklan part av ísraelskari mentan, sigur hann.

 

- Vit eru sera takksom fyri alt, sum Svenning av Lofti hevur gjørt fyri viðurskiftini millum Føroyar og Ísrael. Samkoman 30. juli er so eitt høvi at alment siga farvæl og takka honum fyri alt. Eg ivist tó ikki í, at hann áhaldandi fer at vera ein góður vinur Ísraels, sigur Barukh Binah.