TÒNLEIKAKAPPING
Tíðindaskriv
Leygarkvøldið vann Ronni Poulsen fyrsta innleiðandi umfar av singer/songwriter kappingini hjá Hotel Hafnia. 22 ára gamli havnarmaðurin basti Jógvan A. Jacobsen og Niels Juul Arge leygarkvøldið.
Nú bíðar finalan honum 22. november.
-Eg eri øgiliga, øgiliga glaður beint nú. Hinir báðir vóru sera góðir, og eg haldi ikki, at eg megnaði at spæla fult so væl, sum eg kann. Tískil roknaði eg ikki við at vinna. Tað verður nógv betri til finaluna, segði ein ovurfegin Ronni Poulsen beint eftir, at hann var kosin vinnari.
Fult hús
Hafnia Lounge var at kalla stúgvandi full, tá Niels Juul Arge sum tann fyrsti setti seg at spæla beint eftir klokkan níggju leygarkvøldið. Fíggjarstjórin hevði funnið sangir fram frá lestrartíðini í Århus. Umframt tvey føroysk kærleiksløg framførdi hann eisini sum triðja og síðsta lag A Whiter Shade of Pale hjá Procol Harum.
Kappingin er soleiðis skipað, at luttakararnir skulu spæla tvey føroysk heimagjørd løg fyrst og eitt lag, sum kann vera á øllum máli, og hetta lag nýtast teir ikki at hava gjørt sjálvir.
Tann áhoyrarin, sum kundi farast gleðast heim av Hafnia, var óivað unnustan hjá Jógvani A. Jacobsen, sum var tann næsti luttakarin leygarkvøldið. Ikki færri enn tríggjar yndisligar og kenslubornar kærleikssangir hevur Jógvan skrivað til hana, og teir sluppu vit øll at hoyra leygarkvøldið. Fólk tóku ógvuliga væl ímóti inniligu framførsluni hjá fuglfirðinginum, sum fekk tíðina at standa stilla ta løtuna, hann spældi.
Tískil var tað alt annað enn lætt hjá Ronni at liva upp til Jógvan, tá hann sum tann triðji setti seg við gittaranum í hugnaliga umhvørvinum í Hafnia Lounge.
Ronni hevur eina framúr góða rødd, og hann er eisini ein stinnur gittarleikari. Eisini sangirnir hjá honum vóru yndisligir. Millum annað hevði hann fingið íblástur úr bókini úr Rannvu. Sum sítt triðja lag hevði hann valt Your Song hjá Elton John.
Styrkin hjá Ronni er fyrst og fremst hansara stóru sangevni, sum áhoyrarnir kundu gleðast um leygarkvøldið.
Tvey umfør eftir
Eftir at dómararnir høvdu hugsað seg um, varð kunngjørt at Ronni Poulsen hevði vunnið kappingina. Bæði Jógvan Jacobsen og Niels Juul Arge fagnaðu Ronni, og hvørgin teirra var vónsvikin, men hildu møguleikan at vera við í kappingini vera kærkomnan.
Tvey innleiðandi umfar eru eftir, áðrenn finaluna 22. november. 25. oktober verður tað næsta undanumfarið, og síðsti finalisturin verður funnin 8. november.
Kappingarnar verða allar hildnar á Hotel Hafnia Lounge. Ùtvarp Føroya tekur upp frá kappingini.