Í annaðkvøld klokkan 19 spæla Føroyar og Ísland landsdyst í stórhøllini við Tjarnir. Hjá báðum liðunum er talan um týðandi fyrireiking til HM-endaspælið í Niðurlondum og Týsklandi.
Føroyar eru í innleiðandi bólki D saman við Montenegro, Spania og Paraguay.
Ísland er í innleiðandi bólki C saman við vertstjóðini, Týsklandi, Serbia og Uruguay.
Ísland má tó klára seg uttan leikaran, ið er av føroyskari ætt í annaðkvøld. Andrea Jacobsen fekk ein skaða undir einari venjing hjá Blomberg-Lippe, ið hon spælir við. Men sambært Morgunblaðnum er skaðin í batningi, og er Andrea vónrík um at kunna vera við til HM-endaspælið, ið byrjar í komandi viku.
Føroyar spæla fyrsta søguliga HM-endaspælsdystin móti Montenegro í Trier komandi mikukvøld klokkan 19.30.
Ísland leggur fyri við dysti móti týsku vertunum komandi hósdag klokkan 17. Dysturin verður spældur í Stuttgart.











