øk, sum nú eru vorðin ein partur av summartiltøkunum í Føroyum - enda í Hósvík, ið stendur aftanfyri stóru regattasiglingina av Eiði til Hósvíkar seinnapartin í dag. Aðrar stevnur eru eisini, sum plaga [...] plaga at savna nógvar bátar, og ein av hesum er ovastevna, sum eisini verður hildin í Nólsoy í vikuskiftinum. Vanligt er, at nógvir av bátunum, sum eru við í regattasiglingini í Sundalagnum, halda leiðina [...] nøkur tiltøk á bátastevnunum líkjast tiltøkum á summarstevnunum, eru tað altíð bátar og bátafólk, sum eru í miðdeplinum á eini bátastevnu. Vit kunnu siga, at bátastevnur laða garðin rundan um tað at sigla
Nielsen. Advokatfrágreiðingin, sum Carsten Fode hevur gjørt fyri Finansiel Stabilitet, fer annars rættiliga illa við millum annað gomlu nevndina - harímillum tey fýra, sum sótu sum starvsfólkaumboð í nevndini [...] Tey fýra starvsfólkini hjá Eik, sum eisini sótu í nevndini í gamla bankanum og sostatt kunnu vænta eitt rættarmál, sleppa at halda fram í starvinum. Tað sigur Torben Nielsen, nevndarformaður í Eik. - Eftir [...] nevndini - fyri ikki at hava havt nóg gott eftirlit við tí, sum fór fram í bankanum. Núverandi nevndarformaðurin vísir kortini á, at frágreiðingin ikki er ein rættarlig avgerð, og tí bíða tey eftir, hvat rætturin
Channel, sum er í Føroyum í hesum døgum hevur veruliga gjørt sítt til at framleiða eitt sjónbandalag, sum visuelt og humoristiskt er framúr gott. Danny Robins hevur sett sær sum mál, at øll 48.819, sum búgva [...] Danny Robins frá Travel Channel hevur sett sær sum mál, at hann skal gerast víðagitin í Føroyum. Hetta staðfesti hann í einari samrøðu við Rás2 leygarmorgun. Og tað liggur álvari aftanfyri orðini hjá tí
meiriluta fyri fleiri sparingum, sum ES og IMF høvdu sett sum treyt fyri meiri hjálp. Men hóast hetta eru allir partar samdir um at veita grikkum hjálp, sigur Olli Rehn, sum er búskaparkommiserur hjá ES, [...] blaðnum Fiancial Times verða millum 30 og 35 milliardir evrur í pakkanum, sum grikkar fáa afturat teimum 110 milliardum evrunum, sum teir fingu fyri einum ári síðani. Seinasta fríggjadag miseydnaðist tað
og umboð fyri tey, sum hava savnað meiri enn 60.000 undirskriftir frá íslendingum, sum eru ímóti at rinda endurgjaldið, og sum vilja hava málið til fólkaatkvøðu. Tað eru eisini tey, sum vilja hava forsetan [...] íslendska ríkið skal rinda 3,8 milliardir evrur ella einar 28 milliardir krónur í endurgjaldi fyri pening, sum bretsk og niðurlendsk viðskiftafólk mistu, tá Icesave-bankin fór av knóranum í 2008. Ólafur Ragnar
komin ásamt um eina avtalu, sum tryggjar honum somu løn, sum hann í dag fær í Spania. Enn eru tíðindini ikki váttað, men Raul sigur við blaðið, at hánn í 15 ár hevur vunnið tað, sum kann vinnast við Real Madrid [...] gamli Raul, ið er tann spælarin, sum hevur skotið flest mál í søguni hjá Real Madrid, hevur sitið nógv á beinkinum seinastu tvey kappingarárini. Ikki minst eftir spælarar sum Kaka, Ronaldo, Higuain og Benzema
virksemið, sum hansara felag hevði upp gjøgnum áttati-og nítiárini. Høllin, sum Nes kommuna nú eigur á Heygunum, er útgjørd við verkstaði, kantinu til arbeiðsfólkið og wc. Tað er Nes kommuna, sum ber hesi [...] eisini kann nýtast sum goymslupláss. Tað siga tekniski leiðarin hjá Nes kommunu, Aksel Højgaard og arbeiðsformaðurin, Jan Petersen. Upprunaliga var tað byggimeistarin á Toftum, Haldur Vang, sum bygdi høllina
Bókagarður, sum hevur litið stillur í næstan 10 ár, hevur nú latið upp aftur við bókasølu við føroyskum bókum. Bókagarður er eitt tað elsta føroyska bókaforlagið, sum hevur givið út ein hóp av bókum og sum áður [...] er, at Bókagarður skal vera handilin sum hevur størsta úrval av føroyskum bókum, nýggjum og antikvariskum, verður sagt í tíðindaskrivi. Tað var Emil Juul Thomsen, sum á sinni fór undir Bókagarð og nú hann
Talan er um dyst í undankapping til EM-endaspælið, sum verður í Danmark og Noreg um eitt ár. Fronsku kvinnurnar eru kanska ikki heilt á somu hæddum sum menninir, men tær verða kortini mettar at hoyra í [...] men í mun til liðið, sum hevur tikið lut í Challenge-Trophy, hevur Ongland nú funnið fleiri spælarar í bæði Danmark, Noreg og Týsklandi, ið so ella so hava ensk ættarbond, og sum tí kunnu spæla á landsliðnum [...] landsliðnum. Ætlanin við hesum er at hava eitt lið, sum í 2012 kann standa seg væl á Olympisku leikunum í London. Og eitt nú vann Ongland á Finnlandi í undan-undankappingini.
Tað er Argja Róðrarfelag, sum hevur tikið stig til veitsluna. Hetta er eitt rúsfrítt tiltak fyri ungu róðrarfólkini, og verður borðhald, tónleikaframførsla og dansur, sum heldur fram alla náttina. Í ár [...] manningar við í barnaróðrunum, og er hesin bólkurin sostatt við at vaksa seg líka stóran sum FM manningarnar, sum vóru millum 35 og 40 í tali til hvørja stevnu. Títlingur hjá dreingjum og Ørnin hjá gentum [...] bátarnir við til at mynda toppin av barnaróðrunum alt árið. Barnaróður hevur enn ikki fingið innivist sum skipað FM kapping, og tí er eingin samlaður vinnari, men bert ein vinnari fyri hvørja stevnu. Heldur