Íslendingar bíða eftir forsetanum

Á middegi í dag fer íslendski forsetin at boða frá, um hann kann staðfesta ta sonevndu Icesave-lógina ella ikki. Altingið samtykti tann 30. desember, at íslendska ríkið skal rinda 3,8 milliardir evrur ella einar 28 milliardir krónur í endurgjaldi fyri pening, sum bretsk og niðurlendsk viðskiftafólk mistu, tá Icesave-bankin fór av knóranum í 2008.

Ólafur Ragnar Grímsson, forseti, boðaði alt fyri eitt frá, at hann ætlaði sær at kanna málið gjølla, áðrenn hann tók støðu. Síðani hevur hann havt fund við fýra ráðharrar og umboð fyri tey, sum hava savnað meiri enn 60.000 undirskriftir frá íslendingum, sum eru ímóti at rinda endurgjaldið, og sum vilja hava málið til fólkaatkvøðu.

Tað eru eisini tey, sum vilja hava forsetan at staðfesta lógina. Teirra millum eru fakligi landsfelagsskapurin og arbeiðsgevarafelagið.