Tey fýra starvsfólkini hjá Eik, sum eisini sótu í nevndini í gamla bankanum og sostatt kunnu vænta eitt rættarmál, sleppa at halda fram í starvinum.
Tað sigur Torben Nielsen, nevndarformaður í Eik.
- Eftir at hava viðgjørt málið gjølla eru vit komin fram til, at vit bíða eftir einari rættarligari niðurstøðu, áðrenn vit taka nakra avgerð, sigur Torben Nielsen.
Advokatfrágreiðingin, sum Carsten Fode hevur gjørt fyri Finansiel Stabilitet, fer annars rættiliga illa við millum annað gomlu nevndina - harímillum tey fýra, sum sótu sum starvsfólkaumboð í nevndini - fyri ikki at hava havt nóg gott eftirlit við tí, sum fór fram í bankanum.
Núverandi nevndarformaðurin vísir kortini á, at frágreiðingin ikki er ein rættarlig avgerð, og tí bíða tey eftir, hvat rætturin staðfestir, tá málið kemur so langt.