Tað er Argja Róðrarfelag, sum hevur tikið stig til veitsluna.
Hetta er eitt rúsfrítt tiltak fyri ungu róðrarfólkini, og verður borðhald, tónleikaframførsla og dansur, sum heldur fram alla náttina.
Í ár vóru omanfyri 30 manningar við í barnaróðrunum, og er hesin bólkurin sostatt við at vaksa seg líka stóran sum FM manningarnar, sum vóru millum 35 og 40 í tali til hvørja stevnu.
Títlingur hjá dreingjum og Ørnin hjá gentum vunnu ólavsøkuróðrarnar í ár, og vóru hesir báðir bátarnir við til at mynda toppin av barnaróðrunum alt árið.
Barnaróður hevur enn ikki fingið innivist sum skipað FM kapping, og tí er eingin samlaður vinnari, men bert ein vinnari fyri hvørja stevnu.
Heldur ikki er barnaróður varpaður út í útvarpinum, men á øllum stevnuøkjunum hava lokalir fyriskiparar varpað tann róðurin út.