Bókagarður, sum hevur litið stillur í næstan 10 ár, hevur nú latið upp aftur við bókasølu við føroyskum bókum. Bókagarður er eitt tað elsta føroyska bókaforlagið, sum hevur givið út ein hóp av bókum og sum áður hevur havt bókaútsølu í miðbýnum í Havn og í Eysturbýnum. Men fyri einum 8-10 árum síðani varð hann latin aftur, men er nú byrjaður av nýggjum í Bringsnagøtu í Havn. Umframt bøkurnar frá forlagnum sjálvum, selur Bókagarður tær nýggjastu føroysku bøkurnar, ið eru komnar í ár. Ætlanin er, at Bókagarður skal vera handilin sum hevur størsta úrval av føroyskum bókum, nýggjum og antikvariskum, verður sagt í tíðindaskrivi. Tað var Emil Juul Thomsen, sum á sinni fór undir Bókagarð og nú hann letur upp aftur, er tað sonur hansara, Bjørn, ið stendur fyri handlinum









