Danny Robins frá Travel Channel hevur sett sær sum mál, at hann skal gerast víðagitin í Føroyum. Hetta staðfesti hann í einari samrøðu við Rás2 leygarmorgun.
Og tað liggur álvari aftanfyri orðini hjá tí annars skemtingarsama Danny Robins. Danny Robins hevur skrivað ein ótrúliga beinraknan og stuttligan sang um Føroyar, og upptøkuliðið hjá Travel Channel, sum er í Føroyum í hesum døgum hevur veruliga gjørt sítt til at framleiða eitt sjónbandalag, sum visuelt og humoristiskt er framúr gott.
Danny Robins hevur sett sær sum mál, at øll 48.819, sum búgva í Føroyum skulu síggja og hoyra sjáldsama stuttliga sjónbandalagið.
"Faroe Islands Rap" eitur sangurin hjá Danny Robins.
Slóðin til sjónbandalagið er : www.youtube.com/watch