Grikkar fáa ein pakka afturat

Seinni í vikuni fara Evropeiski Miðbankin, Altjóða Gjaldoyragrunnurin, og ES at játta Grikkalandi enn ein hjálparpakka. Sambært bretska blaðnum Fiancial Times verða millum 30 og 35 milliardir evrur í pakkanum, sum grikkar fáa afturat teimum 110 milliardum evrunum, sum teir fingu fyri einum ári síðani.

Seinasta fríggjadag miseydnaðist tað stjórnini í Athen at fáa politiskan meiriluta fyri fleiri sparingum, sum ES og IMF høvdu sett sum treyt fyri meiri hjálp. Men hóast hetta eru allir partar samdir um at veita grikkum hjálp, sigur Olli Rehn, sum er búskaparkommiserur hjá ES, við fjølmiðlarnar.

Eygleiðarar í Grikkalandi siga, at grikkar eru um at missa tolið við tí politiska myndugleikanum. Í gjár vóru fleiri túsund fólk í gøtunum í Athen og mótmæltu. Serliga vóru fólk misnøgd við krøvini frá Altjóða Gjaldoyragrunninum um fleiri sparitiltøk.