Bátastevnur eru serstakar

Sjálvt um nøkur tiltøk á bátastevnunum líkjast tiltøkum á summarstevnunum, eru tað altíð bátar og bátafólk, sum eru í miðdeplinum á eini bátastevnu. Vit kunnu siga, at bátastevnur laða garðin rundan um tað at sigla og hugna sær saman í báti og við bryggjukantin.

Ársins fyrsta bátastevna verður vanliga hildin á Toftum, síðan kemur stóra stevnan í Vestmanna – og hesi bátastevnutiltøk, sum nú eru vorðin ein partur av summartiltøkunum í Føroyum - enda í Hósvík, ið stendur aftanfyri stóru regattasiglingina av Eiði til Hósvíkar seinnapartin í dag.

Aðrar stevnur eru eisini, sum plaga at savna nógvar bátar, og ein av hesum er ovastevna, sum eisini verður hildin í Nólsoy í vikuskiftinum.

Vanligt er, at nógvir av bátunum, sum eru við í regattasiglingini í Sundalagnum, halda leiðina fram út til Nólsoyar seinnapartin í morgin.