32 ára gamli Raul, ið er tann spælarin, sum hevur skotið flest mál í søguni hjá Real Madrid, hevur sitið nógv á beinkinum seinastu tvey kappingarárini. Og tað hevur eftir øllum at døma gjørt, at hann nú hevur tikið avgerð um at skifta felag.
Spanska Marca veit í øllum førum at siga, at Raul og New York Red Bulls eru komin ásamt um eina avtalu, sum tryggjar honum somu løn, sum hann í dag fær í Spania.
Enn eru tíðindini ikki váttað, men Raul sigur við blaðið, at hánn í 15 ár hevur vunnið tað, sum kann vinnast við Real Madrid. Og at tað sjálvandi ikki er nøkur nøktandi støða, nú hann hevur sitið á beinkinum seinastu tríggjar mánaðirnar.










